Ferðsla ísv. Tórshavn Marathon

FERÐSLA: Í sambandi við Tórshavn Marathon leygardagin 4. juni verða fleiri stórir vegir í Tórshavn, Argjum og Hoyvík stongdir fyri ferðslu í longri og styttri tíðarskeið. 

 Somuleiðis verður landsvegurin frá Tórshavn til Kaldbaksbotn stongdur fyri allari ferðslu millum klokkan 13.00 og 19.00. Í hesum tíðarskeiði verður víst til Oyggjarvegin. 

 Sí annars kort yvir rutur og annað ísv. Tórshavn Marathon her: http://www.landsverk.fo/get.file?ID=10187