Ferniseringin” eydnaðist sera væl

”Ferniseringin” eydnaðist sera væl, so vit hava valt at koma við eini lítlari
uppfylgjan.

Uppfylgjan til fyrr senda tíðindaskriv

Hjálagt er eitt ummælið frá FLA (https://www.fla.de/)
FlAvis2019-06-22_side 19



Felags mynd frá vinstru: Brandur Patursson, Tróndur Patursson, Henning
Brüggemann, borgarstjóri í Flensburg, Michael Fuhr, Dr. stjóri í Museumsberg,
Astri Luihn,Randi Samsonsen, Jóna Rasmussen, Dagmar Warming, stjóri Ribe
Kunstmuseum og Drífa Hansen.



Haraftrat eru nakrar myndir frá framsýningini. Teksturin til myndirnar er í
sjálvum fílnavninum.



Vinarlgia



ListGraFo



------------------



On Thu, Jun 13, 2019 at 11:17 AM ListGraFo ListGraFo <listgrafo@gmail.com> wrote:



FØROYSKT  SUMMAR  Í TÝSKLANDI



Tvær framsýningar við føroyskari list í Flensburg í Týsklandi í summar.



Stór framsýning við føroyskari samtíðarlist verður á listasavninum Museumsberg
í Flensburg frá 23. juni til 20. oktober



Tað er stjórin á Museumsberg og Dr. í listfrøði Michael Fuhr, sum hevur
kuraterað framsýningina.



Hann var í Føroyum eina viku í september í fjør og vitjaði atelier hjá nógvum
listafólkum, Steinprent og Listasavn Føroya og valdi  listafólk og
listaverk.



Endin var, at hann bjóðaði hesum 8 listafólkunum at vera við:



Annie Heinesen

Annika á Lofti

Astri Luihn

Brandur Patursson

Ingi Joensen

Jóna Rasmussen

Randi Samsonsen

Tróndur Patursson



Summi av listafólkunum eru boðin at hava eitt stórt verk við, meðan Astri
Luihn, Ingi Joensen, Jóna Rasmussen og Tróndur Patursson hava fingið hvør sín
sal at sýna listaverkini í.



Samtíðarlistin úr Føroyum á Museumsberg í summar rúmar heilt ymiskar stílartir
og listaúttrykk so sum videoprojeksjónir, foto, málningar, træskurðar, grafikk
og rúminstallasjónir.



Tað er eitt veldigt herðaklapp til føroyska samtíðarlist, at eitt so stórt og
viktigt listasavn sum Museumsberg í Flensburg vísir so mong verk av fleiri av
okkara bestu listafólkum alla summarsesongina.

Flensburg liggur sera vakurt við fjørðin og hevur nógv vitjandi um summarið.



Flensburg Sjófartsmuseum vísir samtundis bæði eldri og nýggjari føroyska list
við motivum úr sjómannslívinum, sum er lánt frá m.a. Listasavni Føroya. Her
hevur stjórin á Flensburger Schifffahrtsmuseum kuraterað.



Tilsaman 10 listafólk eru við á báðum hesum framsýningum.



Faktaboks:

Museumsberg Flensburg

Letur upp 23. juni kl. 11.30.

Endar 20. oktober 2019.

www.museumsberg-flensburg.de

https://www.museumsberg-flensburg.de/da/ausstellungenleser-67/faeroernes-kunst.html



Listafólkini eru:

Annie Heinesen, Annika á Lofti,

Astri Luihn, Brandur Patursson,

Ingi Joensen, Jóna Rasmussen,

Randi Samsonsen, Tróndur Patursson.



Faktaboks:

Flensburger Schifffahrtsmuseum

Letur upp 30. juni kl. 11.30.

Endar 20. oktober 2019.

www.museen-flensburg.de



Listafólkini eru:

Edward Fuglø, Ingi Joensen,

Jóna Rasmussen, Sámal J. Mikines,



Tróndur Patursson.



Myndatekstur:



02: Astri Luihn, “Gróður 1 og 2” akryl á lørift 120x 120cm
hvør.