FILMUR UM HAVNINA

Tórshavnar kommuna hevur í ár virkað sum fólkavald kommuna í 150 ár. Í mai mánaði vóru hátíðardagar, og millum annað varð ein filmur: https://vimeo.com/179452278 gjørdur. 

Filmin hava Uni Arge og Hans Petur Hansen stjórnað, og lýsir hann menningina hjá fólkaræðinum í býnum. 

Í fyrstani stýrdu bara menn Havnini, og 90 ár gingu, áðrenn nøkur kvinna slapp framat í býarstýrinum.

Í filminum eru nógvar eldri upptøkur úr Havnini, gamlar myndir umframt samrøður. 

Filmurin sæst HER: https://vimeo.com/179452278