Fiskimannafelagið meldað Anitu

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, hevur í dag meldað garnaskipið Anitu til løgregluna, tí skipið er í ferð við at landa frystu veiðuna í Norðhavnini í Ánunum, og tað er útlendska manningin umborð, ið ger landingararbeiðið.


Eftir: Ingolf S. Olsen


“Eg fekk boð um, hvat gekk fyri seg, og meldaði beinanvegin, tí eg eri rættiliga vísur í, at manningin umborð á Anitu ikki hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, og tað krevst fyri at kunna gera nakað sum helst arbeiði innanfyri 12 fjórðinga-markið. At eg havi meldað, er ikki annað, enn tað, sum fiskimálaráðharrin sjálvur hevur mælt okkum til at gera, um vit hava illgruna um ólógligt arbeiði.


Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur júst nú, at løgreglufólk eru í Norðhavnini og bíða eftir at sleppa við skiparan á Anitu. Teir bíða, tí umboð fyri Sjóvinnustýrið eru umborð í løtuni.


Anita misti ein mann 11. februar, og ein orsøkin til, at skipið er komið í føroyska havn, er, at sjóforhoyr í sambandi við deyðsvanlukkuna skal verða fyrrapartin í morgin.


Skiparin á Anitu er føroyingur, meðan restin av manningini, ið sigst telja omanfyri 30 mans, er útlendsk – teir flestu, um ikki allir, eru úr Indonesia.


Kelda: www.fiskimannafelag.fo