Fleiri línuskip landa í dag hjá Fiskimarknaðinum

Línuskip: Fiskimarknaðurin væntar fleiri línuskip í dag, bæði undan Føroyum og undan Íslandi. Tey hava mest av brosmu, longu og tosk. Seinni í vikuni rokna tey við nakað av línufiski, men ikki so nógv sum í dag. Tað verður eisini mest av brosmu, longu og toski.


Útróðrur: Tað er sera lítið av útróðri fyri tíðina, fiska fyri tað mesta við kalvalínu. Streymurin og veðrið verða brúkiligt í næstu viku, so tað verða helst nakrir bátar, sum fara til útróðrar.


Djúpvatnstrolarir: Allir fiska upsa. Fara tó møguliga eisini at fiska svartkalva. Koma helst inn síðst í vikuni.


Partrolarir: 3 pør eru farin at fiska gulllaks, meðan restin fiskar upsa. Fiskaríið er smáligt, koma inn sum vikan líður.


Trolbátar: Trolbátarnir eru á landleiðini. Allir eru eystanfyri, fáa mest reyðsprøku og so nakað av tungu, havtasku og toski. Koma inn síðst í vikuni. Ein er á Skeivabanka, fær mest av toski og upsa. Nakað fær hann eisini av longu og hvítingi.


Garnaskip: Ein fiskar havtasku og ein fiskar svartkalva. Havtaskan verður helst landa miðskeiðis í vikuni, meðan svartkalvin verður helst landaður mánadagin.


Kelda: Fiskimarknaður Føroya