Fleiri sløg av gisting útseld



Seinastu dagarnar hevur sølan av atongumerkjum og gisting á G! gingið sera væl. Fleiri sløg av gisting eru útseld eitt nú skúlastovurnar, og nýggja tilboðið um at gista í uppsettum rúmi í skúlahøllini. Men húsvognar við síðutjaldi í Familjukampingini í Syðrugøtu eru eisini útseldir meðan bert heilt fá pláss eru eftir til húsvognar uttan síðutjald í Syðrugøtu. 

Vanliga tjaldingarøkið er somikið stórt, at tað enn eru pláss eftir, men eisini her gongur sølan sera væl. Eins og atgongumerkjasølan hevur gingið strúkandi.