FM bridge verður avgjørt leygardagin, og landsliðið tikin út

Føroyameistarakappingin í bridge fyri lið endar í Bridgehúsinum í Havn leygardagin.


Stórur spenningur er, um hvør fer við føroyameistarheitinum í ár. Verandi føroyameistarar –eysturoyarliðið hjá Símuni Lassaberg (Árni M. Dam, Pól Egholm, Dia Jacobsen og Marner Joensen) og liðið hjá Per Kallsberg (Balle Mohr, Jóannes Mouritsen, Egil Sondum) liggja jøvn á fyrsta plássi.


Í 2. deild liggur liðið hjá Danny Transport (Danny Danielsen, Tordis Johannessen, Jens Pauli G. Nolsøe, Hallberg Arnfridsson) fremst og til at flyta upp í 1. deild.


Í sambandi við kappingina verður bridgelandsliðið, sum skal luttaka í EM í Kroatia í summar, tikið út. Føroyska bridgelandsliðið hevur ikki síðani 2005 verið við til EM, men í summar verður aftur spælt móti bestu liðunum í Evropa.


Seks lið eru í báðum deildum, og hvør dystur er 28 spøl. Í hvørjum dysti verður spælt um 25


stig. Leygardagin vera tveir dystir spældir.


Støðan í 1. deild:


1. Símun Lassaberg 163


1. Per Kallsberg 163


3. Bogi Simonsen 133


4. Jórun Johannesen 100


 5. Robert Langgaard 87


6. Høgni Jacobsen 65


2. deild:


1. Danny Transport 143


2. Eyðun Jakobsen 129


3. KBI Klaksvík 123


4. Óli Holm 114


5. Connie Thomsen 105


6. Jóna Hentze 103