'Fólksins Jørð'

Nú tá tosa verur um ferðavinnuna og um at
''ferðast í haganum'', haldi eg at onkur má tala at.



 



6. juli 2018 svarar Høgni Hoydal einum '§ 52a
fyrispurning frá Kristionnu Winther Poulsen,



løgtingskvinnu. Hon spurdi millum annað:



 



''5. Um so er, hvør hevur ella eigur at hava
heimild til at áseta eitt slíkt gjald, og eru hesar



heimildir nóg greiðar?



 



6. Hvat metir landsstýrismaðurin, at
inntøkurnar av einum slíkum gjaldi eiga at verða



brúktar til?''



 



Landsstýrismaðurin svaraði hesum spurningunum
soleiðis:



 



'' Til nr. 5.



Landið eigur at hava greiða heimild at seta
reglur fyri, um og hvørji gjøld kunnu takast fyri



at ferðast í føroysku náttúruni – og tað er
hesa heimild, sum landsstýrið vil leggja fyri



Løgtingið um at útvega sær sum skjótast.



 



Landsstýrið fer í hesum sambandi sjálvsagt at
samskifta við kommunurnar í Føroyum um



spurningar hesum viðvíkjandi.



 



Til nr. 6.



Landsstýrismaðurin metir, at inntøkur frá
møguligum gjaldi, fyri at ferðast í føroysku



náttúruni í sambandi við økta ferðavinnu, í fyrsta
lagi eiga at brúkast til at rinda útreiðslur



til vernd og trygd hjá náttúru, fólki, djórum
og plantum og skipað viðurskifti á ymsu



plássunum.''



 



Tað undrar meg, at tey ikki eisini kalla hetta
fyri eina ''nýskipan'' ella er tað kanska nokk við einum



misfostri av eini fiskivinnu?



 



Tað ið tað dragar seg um, og sum eg øtist á
er, at tað verur tikið sum eina sjálvfylgju, at land og kommunur eiga allan
rættin til Jørðina í Føroyum, tað sæst týðuligt í svari til spurning fimm og
seks.



 



Bøndur og seyðamenn vera koyrd til viks so
land og kommunur kunnu finna uppá okkurt sum gevur



teimum sjálvum pengar í kassan.



 



Fyri tað fyrsta so loysir tað seg absolutt
ikki fíggjarliga at eiga seyð í Føroyum, og fyri tað næsta so ætlar samgongan
at taka henda nýggja inntøkumøguleikan hjá bøndrum og stinga í egna lumma,



tað tekur lívið av einum vinnuligum seyðahaldi
í Føroyum.



 



Um tað heldur fram sum nú, fara seyðahaldini
og mentanin at doyggja út, bara so løgtingsfólk vita tað. Tað eru fá ung fólk
sum síggja eina framtíð í tí, og helmingurin av fjallfólkinum eru gamlir menn.



 



Broyting má koma í.



 



Eg kann byrja við at bøndur aldrin høvdu skula
góðtikið ein kekk frá kommununi, fyri at vetrarfriða bøin. Eftirkomararnir fáa
ongan ágóðan av kekkinum fyri mist vetrarbit.



 



Tað skuldi verið soleiðis umskipað, at bøndur
og seyðamenn fingu eitt ávíst gjald útgoldið árliga fyri støddina á bønum innan
bøgarðarnar. Tað skal sjálvandi vera bóndin sum skal geva loyvi út til
ferðafólk at ferðast í haganum, har er tað upplagt hjá bøndrum og hagastýri, at
gera samstarv við tær ferðaskrivstovur kring landið um at fáa prosentgjald av
hvørjum túri sum fer gjøgnum hagan.



 



Viðvíkjandi at føroyingar ferðast í hagunum,
tað kundi mann tikið sum eina sjálvfylgju at teir sluppu, men sum nú er, eru
summir føroyingar so illa kunnaðir um seyðahald at tað er ivasamt.



Mann kann byrja við at flestu føroyingar vita
slett ikki av at teir ikki skulu ganga í bønum áðrenn tað verur sligið, og so
eru tað fólk sum fara út í hagan mitt í harutíðini, sum er slett ikki í ordan
og sum ikki skuldi veri loyvt.



 



Undir lembingartíð fara fólk í hagan við
hundi, so ræðsla kemur á ærinnar.



 



Tað er nógv sum mann kundi ramsa upp men ”lad
gaa”.



 



Annars so eru tað føroyingar sum javnan ganga
í haganum, og teir duga væl at fara um seg og eru væl skøddir, og tað skulu
teir eisini hava rós fyri.



 



Eg haldi tað, at eitt Landsfelag fyri
seyðahald í Føroyum skuldi verið sett á stovn, har bøndur og hagastýri vóru
innlimaði. So fekk mann skipað seg betur og saman kundu teir funnið eina loysn,
sum teir tóku undir við.



 



So kundu teir eisini betur vart seg ímóti
tílíkum ágangi frá landsstýrinum.



 



 



H.
Marius E. Høgnesen



 






''Fyrispurningur og svar kunnu lesast her: http://logting.fo/casewrittenquestion/listDoc.gebs?sessionYear=2017&menuChanged=55&caseWrittenQuestion.id=806