Umboð fyri øll tey sjey lokalu handverkarafeløgini, sum tilsamans mynda Føroya Handverkarafelag, vóru møtt á aðalfundinum. Tey eru Fuglafjarðar Handverkarafelag, Klaksvíkar Handverkarafelag, Vestmanna Handverkarafelag, Vága Handverkarafelag, Nes Sóknar Handverkarafelag, Norðstreymoyar Handverkarafelag og Atlantic Workers Union (flogmekanikarafelagið).
Starvsnevndin hevur longu skipað seg og er óbroytt: Suni Simonsen er formaður, Heini Heinesen, Klaksvík, er næstformaður, og Pól Jóhannes Svabo, Miðvágur, er starvsnevndarlimur.
(Mynd: Suni Simonsen)
Suni Simonsen, Vestmanna, heldur fram sum formaður í Føroya Handverkarafelag.
Øll sjey handverkarafeløgini, sum tilsamans mynda Føroya Handverkarafelag, vóru møtt til aðalfundin í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna í dag.