Føroya vakrasta hálv maraton leygardagin 7. september

Tú ert ikki ov sein ella seinur á sjóvarfallinum, um tú kundi
hugsa tær at luttikið í #FVHM.

Í ár verður tiltakið leygardagin 7. september. Teinurin
gingið/runnið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandagvági.

#FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur tá Føroya
vakrasta hálvmaratonn verður sett í gongd. Rutan er einastandandi vøkur og á
túrinum er tónleikur. Luttakarafjøldin er fjølbroytt heilt frá ídnastu
rennaranum Føroyar hava, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir
har ímillum; fleiri arbeiðspláss luttaka, bólkar av vinfólki og so framvegis.
Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar og hetta setir sín dám, tá tú kemur
móti málinum við flaggrøðini Vága Kommuna setur upp á hvørjum ári.

Aftaná bjóðar Luna, høvuðsstuðulin av #FVHM, Hiddenford-laks á
Giljanesi. Omaná eru heimabakaðar køkur.

Til ber at
tekna seg til at GANGA #FVHM her

Til ber at tekna
seg til at RENNA #FVHM her

 Gangarar fara kl. 10:00 úr Gásadali

 Rennarar fara kl. 11:00 úr Gásadali

Tá tú luttekur í #FVHM stuðlar tú samstundis
Krabbameinsfelagnum. Eins og undanfarin ár verður partur av luttøkugjaldinum
latin sum stuðul til Krabbameinsfelagið og Beran. Í ár kunnu luttakarar
eisini velja at lata meira pening umframt tær 100kr, ið gangarar lata sum
partur av luttøkugjaldinum.

Aftur í ár ber eisini til at ogna sær eina #FVHM G&G
renniblus fyri ein serprís á 450kr.

KOSTNAÐUR FYRI LUTTØKU

Kr. 250 fram til fríggjadagin 01. apríl

Kr. 350 fram til fríggjadagin 31. mai

Kr. 400 fram til fríggjadagin 26. juli, seinasta freist at keypa Guðrun &
Guðrun renniblus

Kr. 450 fram til leygardagin 7. september

Við í gjaldinum er heiðursmerki, startnummar, ferðing frá
Giljanesi til start í Gásadali, matur tá komið er á mál, umframt undirhald á
rutuni.

Gott summar og vit síggjast til #FVHM.