Føroyar kunnu klára seg eins væl og Kypros

Í síðstu viku hevði Granskingarráðið vitjan av Pierantonios Papazoglou frá The Cyprus Institute, ein granskingarstovnur á Kypros, sum hevur ment seg fyrimyndarliga við at luttaka í Horizon 2020 verkætlanum.

Kypros er lítið land við stórum avbjóðingum, sum hevur megnað at tikið ódnartøk í altjóða kappingini um fígging til at menna universitet og granskingarstovnar. Pierantonios var í Føroyum fyri at kveikja og leggja lag á, fyri at samanbera og vísa okkum, hvussu tað ber til. Hetta gjørdi hann á fundum 2. og 3. juli.

Pierantonios sær góðar møguleikar hjá Føroyum, tí vit liggja væl fyri landafrøðiliga og tí vit hava okkara serøki.

Tá ið víst var á gongdina hjá Kypros síðan oyggin bleiv innlimað í Evropasamveldið, bar væl til at samanbera støðuna og ‘droyma’ um, hvussu langt vit kunnu røkka næstu tíggju árini. The Cyprus Institute og onnur universitet og granskingarstovnar á Kypros hava megnað at fingið dyggan stuðul úr Horizon 2020 og luttaka í stórum verkætlanum, sum byggja upp og røkka eini 15 ár fram í tíð. 
 
Í tilgondini at byggja upp og seta mál er alneyðugt, at Føroyar hava eina felags strategi og greiðar málsetningar fyri leiðina frameftir.

Pierantonios er sannførdur um, at teirra nationala ætlan, ”Smart Specialisation Strategy”, gjørdi munin, tá ið stóru verkætlanirnar hjá Kypros vunnu kappingina í Brússel.

Fyrstu mongu árini stríddist Kypros eins og Føroyar við at gagnnýta møguleikarnar í ES-skipanini. Í Horizon 2020 skeiðnum hevur Kypros megnað at fingið gjaldið meira enn trífalt aftur. Kypros klárar seg so væl nú, at landið í komandi Horizon Europe fer at teljast millum framkomin lond, tá talan er um gransking, menning og nýskapan.

Av hugarokinum undan fundinum og ávirkaður av vøkru náttúruni, endaði Pierantonios sína framløgu við at vísa okkum ein dreym um eitt føroyskt OCEAN Centre of Excellence.

Tey, sum ynskja at hoyra meira um møguleikarnar, sum vóru umrøddir á fundinum, kunnu venda sær til Granskingarráðið, til Mariu Húsgarð, Horizon 2020 samskipara á maria@gransking.fo