Føroyar mugu ikki gerast landið uttan Landsbanka

Hugsa tær um danski fíggjarmálaráðharrin ein morgun sendið ein teldupost til Danmarks Nationalbank og Danmarks Statistik við boðum um, at nú verða stovnarnir niðurlagdir.


Øll gjaldførisumsiting og lántøka verður løgd til almennu lønarumsitingina beint undir ráðharranum. Øll hagtøl og greining verða løgd í nýggjan stovn kallaðan ”Tælle”.


Út við Danmarks Nationalbank og Danmarks Statistik. Inn við ”Tælle”.


Helst høvdu tey flestu hugt í kalendaran fyri at vita um 1. apríl var. Hetta var í hvørtfall kenslan eg fekk, tá eg hugdi ígjøgnum uppskotið til játtanarkarmar komandi 5 árini. Men talan var tíverri ikki um apríl-snar, men um veruleikan í Føroyum í dag.


Frá Landsbanka og Hagstovu Føroya til ”Telja”


Tí í Føroyum varð fráboðan send Landsbanka Føroya og Hagstovu Føroya har fráboðað varð, at Landsbanki Føroya verður avtikin og somuleiðis Hagstova Føroya.


Landsbankin verður heilt niðurlagdur og øll gjaldførisumsiting løgd beint undir landsstýrismannin í fíggjarmálum, og í staðin fyri Hagstovu Føroya verður settur á stovn stovnur við heitinum ”Telja”. Tú álvaratos ! Kennur landsstýrið ikki til týdningin av hesum landsstovnum okkara ?


Ætlanir landsstýrisins fara at merkja fleiri útreiðslur


Hugsaði sjálv, at hetta má vera skemt. Hugsið tykkum um Danmarks Nationalbank varð niðurlagdur uttan nærri viðgerð og at Danmarks Statistik fekk navnabroyting til ”Tælle”. Fyri at spara 2 mió. kr. !


Um tað er peningurin tað snýr seg um, so verður her talan um eina sparing, ið fer at enda við munandi meirútreiðslum.


Tær 2 mió. kr. kunnu eitt nú finnast við at lata verandi stovnar samstarva tættari - men sum verandi og óheftir stovnar. Nakað, ið stovnarnir eisini hava mælt til, m.a. soleiðis at allar dupultfunktiónir fella burtur og enn betri fakligt umhvørvi fæst.


Í dag eru hartil eisini stórar millióna upphæddir hjá almennum stovnum innistandandi í peningastovnunum til sera lága rentu. Eisini her er vinningur møguligur við at umsita gjaldførið hjá almennum stovnum savnað, so eins góð renta fæst fyri innistandandi hjá øðrum almennum stovnum, sum hjá Landsbankanum.


Ongin ivi er um, at tann peningur, ið ætlanin er at spara – 2 mió. kr. – kann skjótt missast aftur vegna útreiðslur til umskipan og samleikaskifti, og ikki minst vegna verri trúvirði og altjóða rating, ið aftur ávirkar okkara rentu og rentuútreiðslur.


Minni óhefni og verri rating merkir øktar rentuútreiðslur


Føroyar hava nú eina bruttoskuld á væl yvir 5 mia. kr. Av hesum eru um 4,6 mia. kr. lánsbrævalán. Um vit skulu endurnýggja hesi lán og siga, at vit skulu rinda 4% í rentu bara av lánsbrævalánunum er talan um 184 mió. kr. árliga í rentum. Nú øll gjaldførisumsiting skal leggjast beint undir landsstýrismannin, kann hetta uttan iva koma at ávirka ratingina hjá Føroyum og harvið rentustøðið. Hugsa vit okkum at rentan hækkar - vegna verri rating - eitt kvart prosent til 4,25%, so økjast rentuútreiðslurnar uppí 195,5 mió. kr. – tvs. øking á 11,5 mió. kr. Um rentan bert økist 0,1% vegna verri rating, so hækka rentuútreiðslurnar av bruttoskuldini við 4,6 mió. kr. So tað hevur ómetaliga stóran týdning at vit tryggja óhefta gjaldførisumsiting og eina góða rating.


Leggið ikki gjaldførisumsiting beint undir landsstýrismannin


Hartil kemur at tað er alt annað enn skilagott at leggja gjaldførisumsitingina í stovn beint undir landsstýrismanninum. Hugsið tykkum trýstið, ið kann koma á landsstýrismannin frá ymsum pørtum um, t.d. at seta alment gjaldføri í føroyskar bankar og føroyskt virksemi, heldur enn sum nú, at lata óheftan Landsbanka seta gjaldførið har mett verður, at hetta samfelagsbúskaparliga er best. Eitt nú umsitir Landsbanki Føroya eisini samhaldsfasta eftirlønargrunnin (AMEG), og er tað sera týðandi at hesin verður umsitin av óheftum stovni.


Hvør er veruliga orsøkin til avtøku av Landsbankanum ?


Sum heild vísir hetta við niðurlegging av Landsbanka Føroya og navnaskiftinum hjá Hagstovu Føroya eina grundleggjandi manglandi vitan um týdningin av hesum týðandi landsstovnum, ið eru tvær grundsúlur í einum hvørjum landi.


Ongin ivi er um, at útreiðslurnar av ætlanum landsins verða størri enn ætlaði vinningurin, tí kann ivi eisini av álvara setast við, hvør veruliga orsøkin til niðurleggingina er. Tí tað eru tíverri als ikki allir politikarar, ið duga at síggja ovurstóra virðið í, at hava óheftar stovnar, ið umsita gjaldføri landsins og kunnu geva búskaparfrøðiliga ráðgeving óheft av politiska myndugleikanum.


Vónin er, at eisini samgonguløgtingsfólk síggja álvaran í hesum sum skjótast, so løgtingið fær broytt ætlanirnar hjá landsstýrinum.


Annars enda Føroyar sum landið uttan Landsbanka.


Kristina Háfoss


Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi