Føroysk Miðlafólk gjørt nýggjan sáttmála

Føroysk Miðlafólk og Føroya Arbeiðsgevarafelag (Vinnuhúsið) skrivaðu í gjár undir nýggjan tvey ára sáttmála, ið neyvt fylgir karminum í hinum sáttmálunum á privata arbeiðsmarknaðinum.


Tað merkir, at lønin hjá journalistunum, sum eru settir eftir hesum sáttmála, hækkar við 1,13 prosentum 1. november í ár, og við 1,89 prosentum, 1. november næsta ár. Umframt lønarhækkingina, sum øll fer upp á sjálva lønina, vórðu bert smáar, málsligar broytingar gjørdar í sáttmálanum.


Í løtuni er bert Miðlahúsið fevnt av sáttmálanum millum Føroysk Miðlafólk og Føroya Arbeiðsgevarafelag.