Fossbankin vildi sleppa at fíggja Vágatunnilin

Herfyri var Lasse Klein, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, og tann, sum í áttatiárunum arbeiddi við loyniætlanini, at stovna Atlantsflog, í afturlítandi útvarpssending, sum Gunnar Nolsøe, skipaði fyri, men rúgvismikið tilfar er frá teirri tíðini, sum ongantíð er kom fram. Tilboði frá Fossbankanum er millum hetta tilfar.


Øll kenna til privata tunnilsfelagið, sum varð stovnað á filantropiskum grundarlagi, men endaði við at gerast forrætning fyri lokalar spekulantar á Toftum – m.a. borgarstjóran í Nes kommunu. Í byrjanini fingu børarnir tilboð um at selja konseptið til Kaupthing, og afturfyri at fáa eina hálva millión í partabrøvum í tunnilsfelagnum afturfyri, sum vildi verið ein góður handil um felagið slapp at fíggja tunnilin, sum lagt varð upp til.


Eik yvirtók tey flestu prosjektini hjá Kaupthing í Føroyum, tá hetta felag flýggjaði aftur til ísland, og fór á heysin. Tá ið Eik Banki fór á heysin endaði privata tunnilsfelagið í mølposanum hjá Eik-grunninum, sum, hóast hann enn ikki er kannaður ella uppgjørdur, spýtti privatu tunnilsætlanina útaftur, tó at tað er ivasamt á hvørjum løgfrøðisligum grundarlagi hetta er gjørt.


Tað er vert at nevna her, at LV hevur latið dátur til privata felagið fyri onki, og tí hevur felagið ikki loyvi at selja hetta tilfar víðari, hevur táverandi landsverkfrøðingur, Oyvindur Brimnes, upplýst fyri blaðnum.


Fossbankin var ein torn í eyganum á Danska fíggjareftirlitinum, sum koppaði bankanum við at niðurskriva húsavirðini, tá tað fór at ljóða, at ivasamur russiskur bólkur hevði ætlanir um at seta pengar í Fossbankan.


Søguna kenna tey flestu. Í fleiri ár arbeiddu búðstjórarnir við at rudda upp í Fossbankanum. Teir vóru útpeikaðir av rættinum sjálvt um teir tveir vóru skuldsettir í skipagøluni. Tað skuldi tó vísa seg, at bankin, tá avtornaði, als ikki var insolventur.


Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum…


------


Greinarnar í blaðnum kunnu annars keypast við gjalds-kortið fyri kr. 7,50. Hendan tænastan hevur tó ikki rigað í longri tíð, og tí hevur Knassar sett seg í samband við PayPal-skipanina, sum arbeiðir við hesum trupulleikanum. Vit siga frá, tá hetta er komið uppá pláss, og at tað ber til hjá einum og hvørjum at keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar:


http://oyggjatidindi.com/arkiv.html


Hava tygum goldið kvartalsgjald, men ikki hevur fingið blaðið sendandi, er orsøkin helst tann, at tygum hava ikki sent okkum telduadressuna. Hava tygum goldið kr. 150,00, so send adressuna her:


 oyggjat@olivant.fo


Á hesari adressuni ber eisini til at tekna blaðhald, og fáa blaðið sendandi beinleiðis til tygara teldu, sum ikki hevur nakað við PayPal at gera á verandi støði.