Framsýningin Gisp!



Kunning framsýningina Gisp! sum verður latin upp í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 24.oktober kl. 17.


Jákup Veyhe letur upp framsýningina og Konfekt spælur nøkur løg.

11 norðurlendsk listafólk vísa fram og fleiri verða til staðar fríggjadagin.

Gisp! setur miðdepilin á teknaðar søgur í tekningum, teknirøðum, málningum, klæðum, installatiónum og grafikki.


Úr Føroyum eru Sigrun Gunnarsdóttir og Tummas Jákup Thomsen og úr Íslandi Bjarni Hinriksson, Hugleikur Dagsson og Þorri Hinriksson.