FRANKLIN GRAHAM & MICHAEL W. SMITH



- stóra løtan nærkast í høllini á Hálsi sunnudagin 21. Juni 

Poul Jóhan Djurhuus, skrivar:

Nú nærkast dagurin, tá Franklin Graham kemur til Føroyar. Fyrireikingarnar hava gingið slag í slag seinasta mánaðin. Ein skrivstova varð latin upp á Hálsi, har nógv skrivstovuvivirksemi hevur verið. Eisini hava almenn bønarmøtir verið á skrivstovuni hvønn dag kl.16.00, sum hava verið sera væl vitjaði. Bønarmøtini koma at halda á inntil leygardagin 20. juni; øll eru vælkomin.

Franklin Graham er sonur heimskenda evangelistin Billy Graham, sum í dag er ein eldri harri, 96 ára gamal. Franklin er næstyngsta barn hjá Billy og Ruth. Hann er 62 ára gamal. Giftur við Jane Cunningham úr Smithfield úr North Carolina. Tey eiga fýra børn og 10 barnabørn.

Franklin hevur sjálvur úttrykt ynski at hava eitt evangeliskt festivalmøti í Føroyum. Tað eydnaðist ikki at fáa Graham Senior til Føroyar, hóast roynd varð gjørd fyri nógvum árum síðani, men nú fáa vit Graham junior, sum av sonnum er stigin í fótaspor pápans sum evangelistur.

Franklin Graham kemur at bera fram ein greiðan frelsuboðskap í Høllini á hálsi, samstundis sum kendi sangarin Michael W. Smith kemur at syngja tann evangeliska boðskapin við síni kendu og høgt elskaðu sangrødd. 

Fyrsta møti verður kl.18.00 og seinna møti verður kl.21.30, sum verður eitt ungdomsmøti. Fólk verða biðin um at møta stundisliga. Ein hálvan tíma undan tí fyrra møtinum koma føroyskar sangkreftir at syngja.

Fyrireikararnir rokna við nógvum fólki, og tí er tjald sett upp uttanfyri høllina og eisini er møguleiki at sita í hølunum hja Dansifrøði. Stórskýggjar verða settir upp á báðum hesum støðum.

Deyvatulking verður undir báðum møtunum.