Frávik á trý prosent ikki óvanlig í byggivinnuni

BYGGING: Meirnýtslan í sambandi við stóru verkætlanina
við Marknagil liggur innan fyri tað, sum kemur undir vanligt frávik í
byggivinnuni. Bæði tá ræður um her heima og aðrastaðni. Tað hendir meira enn so,
at frávik millum eitt og trý prosent í byggiútreiðslum vísa seg, tá slíkar
verkætlanir verða gjørdar upp.



Málið um meirnýtsluna
í skúlabyggingini á Glasi er eftir øllum at døma farið eitt sindur av sporinum.
Almenningurin kann tískil hava fingið ta fatan, at Landsverk frásigur sær alla
ábyrgdina av meirkostnaðinum. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Landsverk tekur
fulla ábyrgd av meirnýtsluni, men vísir samstundis á, at hetta hevur sínar
orsøkir.



Eftir umbøn frá
Mentamálaráðnum hevur Landsverk greitt frá orsøkini til, at ein meirútreiðsla á
umleið trý prosent er staðfest í sambandi við verkætlanina við Marknagil. Í
frágreiðingini til Mentamálaráðið vísir stovnurin á, at meirnýtslan liggur
innan fyri tað, sum er vanligt í byggivinnuni, og hevur somuleiðis greitt frá,
hvat peningurin er nýttur til.



Ein meirútreiðsla, sum
stendst av ósamsvari millum tilboðslistar og tekningar, er ikki óvanlig í eini
byggitilgongd. Sjálvt um Landsverk í allari byggitilgongdini hevur gjørt alt
fyri at halda kostnaðarætlanina, so helt hon ikki, tá alt skuldi gerast upp.



Hetta er ikki nøktandi
og sjálvandi ikki tað úrslitið, sum byggiharrin setti sær fyri. Hinvegin vísa
allar royndir, at tað nærum er ómøguligt hjá einum ráðgeva ella byggiharra at
framleiða eina verkætlan við fullkomnum samsvari millum tekningar og
tilboðslistar. Frávík úr einum upp í trý prosent eru heilt vanlig, tá ræður um
byggiverkætlanir av slíkum slagi. Bæði hjá almennum og privatum byggiharrum.



Umframt hetta hevur
Landsverk fleiri ferðir víst á, at tað eisini eru onnur viðurskifti, sum hava
elvt til seinkingar og meirkostað. Eitt nú ein roknivilla og húsagangur tíðliga
í byggitilgongdini, eins og arbeiðssteðgur og aðrir trupulleikar, ið stóðust av
hesum. Hetta hevur gjørt tilgongdina sera trupla fyri byggiharran og tey, ið
hava staðið fyri byggingini. Tá hetta er sagt, heldur Landsverk, at talan hevur
verið um eina sera spennandi og framskygda verkætlan, sum vit føroyingar kunnu
vera ernir av.



Ikki einans er talan
um ein serstakan og stórslignan bygning, men harafturat eru skaptir framúr
góðir karmar um lestrarumhvørvið hjá okkara ungdómi, eins væl og fyri bæði
lærarar og hini starvsfólkini á Glasi. Tað er tí eingin ivi um, at valið av
arkitektauppskotinum hjá BIG var tað rætta. Tó var talan um eina eftir føroyskum
viðurskiftum óvanliga stóra og torgreidda verkætlan, sum vit øll onkursvegna
hava undirmett, men hava lært nógv av, vísir Landsverk at enda á.