Móttøkan fyri landsstýrismanninum í heilsumálum

Móttøka var fyri Kaj Leo Holm Johannesen í Heilsumálaráðnum fríggjadagin, 20. september. 

Turid Arge, aðalstjóri og fyrrverandi landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, bóru fram røðu fyri nýggja landsstýrismanninum. Eisini handaði Turid Arge nýggja landsstýrismanninum og fyrrverandi landsstýriskvinnuni blómutyssi.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, greiddi í síni røðu frá, at hann fer beinanvegin í gongd við at arbeiða við viðgerðartrygd, dagføring av heilsulóggávuni, fyribyrging og CPR-málinum. Harafturat legði hann dent á, at tað er sera umráðandi fyri hann, at øll starvsfólk trívast og hava tað gott har tey eru, bæði innan fyrisitingina og heilsuverkið.

--------------

Umsitingin í Heilsumálaráðnum, hevði av einhvøårjari orsøk, "gloymt" at sent hesi "stórtíðindir" til Oyggjatíðindi.

Vónandi er hetta  "Yes minister"  konsept ikki er smittað til aðrar stovnar, bara tí onkur er kritiskur, ha?!