Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini vann trivnaðarpakkan

Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini vann trivnaðarpakkan við virði á kr. 20.000,- fyri at hava luttikið í ruddingardegnum í umhvørvisvikuni 2014.


Børnini vistu av ongum og ánaðu ikki, hví tey knappliga skuldu sita still úti í høllini. Men tey grunaðu skjótt, hvat var á vási, tá tey funnu útav, hvør Elin Lindenskov var og hvønn hon umboðaði.


Tað var Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd Tórshavnar býráðs, sum handaði vinningin. Laila K. Rólantsson tók ímóti vegna Frítíðarskúlan.


Tey kunnu velja ímillum útferðir frá 4 ymiskum feløgum. Hesi eru at síggja á heimasíðuni og á facebook, sí undir "Umhvørvisvikan".