FUNDARSAMTYKT – LANDSFUNDUR 2012

Samfelagsbúskapur og búskaparpolitikkur


Hallið á fíggjarlógini skal fáast burtur í 2016.


Neyðugt verður at leggja eina vakstrar- og produktivitetsstrategi fyri vinnuna. Vinnan skal rekast eftir marknaðartreytum og uttan rakstrarstuðul.


Ríkisfelagsskapurin


Sambandsflokkurin heldur fram við at menna samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at brúka allar møguleikar í samstarvinum.


Fiskivinnan


Sambandsflokkurin tekur undir við, at:


 Allur fiskur skal um føroyskan keikant fyri at skapa virðisøking í vinnuni.


 Útlendskur ognarskapur í høvuðsvinnuni eigur at verða endurskoðaður.


 Tilfeingisgjald verður lagt á makrelin í 2012.


 Arbeitt verður við, at brúksgjøld verða løgd á rættindi, sum vit eiga bæði á nærog fjarleiðum og eitt brúksgjald verður eisini lagt á aldan laks.


 Vinnan fær tryggar og støðugar karmar at virka undir – eisini aftaná 2018.


Almannatænastur


Tikið verður undir við at seta i verk eina nýggja pensiónsskipan frá 1. januar 2013.


Men broytingin í pensjónsaldrinum verður ikki sett í gildi í 2013.


Heilsutænastur


Virksemið og funktiónirnar á sjúkrahúsunum eiga at samskipast betri til gagns fyri tann, sum hevur tørv á hjálp og viðgerð – seta borgarin í fokus.


Arbeiðast skal miðvíst við rehablitering/endurvenjing.


Útbúgving


Bygnaðarbroytingar verða framdar á fólkaskúlaøkinum fyri at effektivisera raksturin og menna fakliga umhvørvið í skúlunum.


Arbeitt verður víðari við at endurskoða gymnasialu útbúgvingarnar og yrkisútbúgvingarnar.


Skipast skal miðnámsútbúgving fyri menningartarnað og onnur við serligum tørvi og serliga tilrættalagdar útbúgvingar fyri hesar málbólkar.


Mentan


Sambandsflokkurin ynskir at styrkja mentanararvin fyri at varðveita tað virðismikla í føroyskari mentan og samleika. Harafturat ynskir flokkurin at menna listina við at skapa góðar karmar fyri listafólk og harvið geva møguleikar fyri nýskapandi mentan og list í Føroyum.


Sum part av arbeiðinum at styrkja okkara mentan og samleika, er peningur m.a. settur av til nýggjan Tjóðpall, sum farast kann undir at byggja í 2016.


Umleggingar í almenna geiranum


Neyðugt verður at fremja umleggingar og rationaliseringar í almenna geiranum og samtundis gera neyðugar íløgur. Harafturat verður neyðugt við samanleggingum av stovnum og betri samskipan millum aðalráð og stovnar.


Orkumenning


Hildið verður fram at gera eina ítøkiliga langtíðarætlan fyri, hvussu íløgur í framtíðar orkuútbyggingar skulu gerast komandi 10 árini. Harafturat verður tikið undir við, at gjørd verður ein ætlan fyri, hvussu orkuøkið skal skipast, herundur um landsins leiklut í orkuútbyggingunum og umskipanir av kommunala el-orkufelagnum SEV.


Kommunusamanlegging og økismenning


Tikið verður undir við tilgongdini at leggja kommunur saman í størri búskaparliga og umsitingarliga burðardyggar eindir.


Fólkavøkstur


Tað verður neyðugt at skapa vinnuligt virksemi, optimera verandi vinnur, skapa attraktiv arbeiðspláss, skipa fleiri útbúgvingar og førleikamenning av ymiskum slag, tryggja alternativar bústaðarmøguleikar og annars raðfesta mentan og trivna.


Ungdómspolitikkur


Neyðugt er at geva føroyska ungdóminum fleiri møguleikar at nema sær hægri útbúgving í Føroyum.


Málið er, at øll skulu hava møguleikan at fáa sær eina miðnámsútbúgving.


Sambandsflokkurin vil virka fyri, at minka um ungdómsarbeiðsloysið í Føroyum.


Samtykt á Landsfundi Sambandsfloksins


Tórshavn á summarmála 2012