Fundur í Føroya Váðaráði 7. september 2020

Føroya Váðaráð hevur havt ellivta fundin og metir framvegis ikki, at tekin eru um systemiskar váðar í føroyska bankageiranum. Higartil bendir á, at koronafarsóttin heldur hevur verið ein negativur stoytur fyri føroyska búskapin, enn ein verulig kreppa, soleiðis sum vit síggja tað í fleiri øðrum londum. Útlitini eru tó enn óviss, tí gongdin í okkara fiskaútflutningi er treytað av, hvussu støðan við koronafarsóttini lagar seg á okkara útflutningsmarknaðum.

Sum heild tykist føroyski búskapurin at hava klárað seg væl gjøgnum avbjóðingarnar, sum koronafarsóttin hevur havt við sær hetta seinasta hálva árið. Tað er tó ikki óhugsandi, at onkrar fyritøkur fáa trupulleikar komandi tíðina, tí útlitini eru enn óviss. Koronafarstóttin hevur serliga ávirkað virksemið í ferðavinnuni, men útflutningsvinnurnar framleiða framvegis, hóast meira verður lagt á goymslu og prísirnir eru lækkaðir á summum fiskasløgum. Nær útflutningsfyritøkurnar sleppa av við vørurnar, valdast hvussu støðan lagar seg í okkara útflutningslondum.   

Hagtølini fyri løntakaratalið og arbeiðsloysið benda á, at føroyski búskapurin higartil hevur megnað at fótað sær lutfalsliga skjótt. Húsarhaldini tykjast at hava varðveitt teirra bjartskygni, eitt nú eru sethúsaprísirnir øktir aftur eftir eitt fall í fyrsta ársfjórðingi 2020, og nýtslan tykist eisini at vera økt, eftir at samfelagið lat upp aftur. Hetta kemur bæði av tí, at húsarhaldini sum heild eru væl fyri fíggjarliga; tey hava stór frívirði í sínum sethúsum og av tí at almennu hjálparpakkarnir, saman við møguleikanum fyri at fáa skáa í bankunum, hevur hildið hondina undir húsarhaldunum. Koronafarsóttin tykist tískil heldur at hava verið sum ein negativur stoytur til føroyska búskapin, enn ein verulig kreppa, samanborið við onnur lond.

Vøksturin í samlaðu útlánunum er enn lágur, og samlaðu innlánini, ið hava verið lækkandi orsakað av negativum innlánsrentum, eru byrjað at hækka aftur. Húsarhaldini hava økt síni innlán í bankunum, ið partvíst kann vera orsakað av størri varsemi vegna koronafarsóttina, og partvíst tí húsarhaldini ikki hava ferðast í summarfrítíðini. Øktu innlánini saman við lága útlánsvøkstrinum ger, at innlánsyvirskotið er økt nakað í bankunum.

Føroya Váðaráð sær ikki tekin um at fíggjarligir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum. Føroya Váðaráð heldur framhaldandi eyga við viðurskiftum, ið hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið.

Onnu evni

Bygnaðurin og lógargrundarlagið hjá Betri samtakinum varð umrøtt á fundinum. Samtakið hevur bæði ein SIFI banka og eitt SIFI tryggingarfelag, og slíkur bygnaður finst hvørki í Danmark ella Grønlandi. Føroya Váðaráð fer at hyggja nærri eftir hesum bygnaði á næsta fundi.