Fýra vilja vera nevndarlimir

NEVNDARVAL 2017: Aftur í ár kunnu vit staðfesta, at áhugin at manna nevndina í Starvsmannafelagnum er stórur. Tvær kvinnur og tveir menn bjóða seg fram hesaferð
 
Eisini í ár verður kapping um at koma í nevndina í Starvsmannafelagnum.
 
Fýra fólk bjóða seg fram til teir báðar nevndarsessirnar, sum skulu mannast av nýggjum á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum leygardagin 4. mars. Hettar var greitt, tá ið freistin at stilla upp var úti á miðnátt í gjárkvøldið.
 
Tey fýra sum bjóða seg fram eru:
 
Alma Hansen, tannrøktari, Tannlæknastovan hjá Tórshavnar kommunu
Bjørg Jacobsen, marknaðarsamskipari, Føroya Tele
Rúni Lisberg, dekkari, Strandfaraskip Landsins
Svend Åge Seloy, medioteknikari, Landssjúkrahúsið
 
Nevndarlimirnir verða valdir fyri trý ár í senn. Í ár verður aðalfundurin hjá Starvsmannafelagnum í nýggju hølunum, Smæruni.
 
Talgilt undanval
Eins og í fjør skipar Starvsmannafelagið fyri talgildum undanvali til nevndarvalið. Hetta er eitt høvi hjá limum felagsins, ið ikki koma á aðalfundin at greiða atkvøðu.
 
Undanvalið byrjar 16. februar og til ber at velja til fríggjadagin 3. mars. kl. 15. Nærri kunning verður um hettar seinni.
 
Starvsmannafelagið