Fyrsta Føroyska barnasøgan 2013 útkomin í dag 1 januar

Og ikki bert á Føroyskum men á bæði Enskum og Kinesiskum eisini og verkætlan viðvíkjandi umseting til onnur mál eru samstundis undir fyrireiking.


Tað er høvðundurin Einar Petersen í løtuni búsitandi í Danmark sum hevur skrivað.


Tað serliga við útgávuni er at hon er partur av einari verkætlan tilætlað at vísa at høvðundar fyri lágan kostnað kunnu gerast sítt egna forlag umfram at vísa hvussu høvðundar kunnu nýta tøknina til at gera síni verk til meiri fulfíggjað "produkt" við merchandise og marknaðarføring fyri eygað.** Tað ber til ókeypis at heinta søguna á http://einarpetersen.com - (http://einarpetersen.com/doku.php?id=fjordufolkid)


Hetta tí at søgan verður útgivin undir Creative Commons og fólk kunnu so eftirfylgjandi velja um tey vilja keypa sær eitt prentað eintak ella td. stuðla høvundan.


 Útgávan hendur í samstarv við Mentanargrunn Føroya.


Fjørufólkið.


Einaferð fyri langt langt síðani, áðrenn heimurin bleiv so sum han er í dag, var ein tjóð ið nevndist Fjørufólkið.


Hetta var eitt íðið fólkaslag, sum livdi í samsvar við náttúruna kring tey. ** Tey vóru væl fyri, og eingin teirra leið nakra neyð.


Men brádliga ein dagin broyttist alt!


Soleiðis byrjar bókin Fjørufólkið skrivað av Einar Petersen.


Fjørufólkið er eitt ævintýr har tú kanst fylgja einari raskari prinsessu og hennara djørvu feløgum á ferð til at vinna aftur dýrabærasta skattin hjá fólkinum frá tí ónda Havgrími av Bládýpisborg, sum hevur stolið hann.


Tú fylgir teimum í teirra heimi undir vatnskorpuni og sær, hvussu tey á síni spennandi ferð læra, hvør tann dýrabærasti av øllum dýrgripum í í heiminum í veruleikanum er!


Ævintýrið er partur av einari verkskrá ætlað at vísa hvussu ein og hvør rithøvundi við nýggjari prenttøkni fyri lítið og lætt, sum einstaklingur, kann framleiða bøkur uttan at ein prentsmiðja skal til og uttan at størri uppløg nýtast at verða prentaði framman undan. Alt sum krevst er ein minni íløga umframt hugflogið og arbeiðssemi. Trýst her fyri at lesa meiri um verkætlanina:


http://einarpetersen.com/doku.php?id=ver_titt_egna_forlag


Bókin er knappar 60 blaðsíður og kann bíleggjast á netinum, men sum nakað ørvísi er hon tøk sum ókeypis E-Bók í Creative Commons útgávu hetta merkir at tú kanst lesa áðrenn tú keypir og bókin fæst bæði í “mobil útgávu 14 Mb) og HD útgávu 209 Mb.


Hetta merkir at tær nýtis heldur ikki at keypa eitt prentað eintak. Tú kanst eisini velja at stuðla við at læta eina peningagávu.


Keyp, stuðla ella set teg í samband við høvðundan við at klikkja á hesa leinkjuna:


http://einarpetersen.com/doku.php?id=bilegg_fjordufolkid


Trýst á søgur og annað tilfar http://einarpetersen.com/doku.php?id=writings fyri at koma til síðu við øðrum frumtilfari á Føroyskum, Enskum, Kinesiskum og Donskum máli.


Tú kanst eisini keypa ymiskt merchandise sosum, koppar, klæði oa. frá Fjørubúðina  http://www.cafepress.co.uk/fiordlings ← Annað merchandise enn taskan kemur skjótt í handilin.