Fyrsti túrur í 2016
Í gjár byrjaði kanningarætlanin hjá Magnusi Heinasyni fyri 2016. Í ár verða tað 22 túrar íalt.
Fyrsti túrurin er, sum vant, ein hydrografiskur rannsóknartúrur, har hiti, salt og onnur umhvørvistøl verða mátað. Endamálið við hesum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar. Túrurin er partur av teimum regluligu kanningunum eftir 6 standardskurðum, sum ganga út frá Landgrunninum.