Global sulphur cap

Alheims skipaeigarar ávara móti ruðuleika í 2020 í sambandi við altjóða svávulhámarkið
 
International Chamber of Shipping (ICS), har Reiðarafelagið fyri Farmaskip er limur saman við reiðarafeløgum úr øllum heiminum, hevur herfyri havt ársaðalfund sín í Hong Kong.
 
Fremsta niðurstøðan á aðalfundinum var, at ICS óttast ruðuleika og ógreiður, um ikki IMO sum skjótast loysir nakrar álvarsamar spurningar í sambandi við verksetanina av 0,5 % hámarkinum fyri svávul í brennievni til skip, sum eftir ætlan fer at virka um allan heim frá degi til dags hin 1. januar 2020. 
Slíkur ruðuleiki hevði havt við sær álvarsamar avleiðingar fyri flutning av heimsins orku, rávørum og framleiddum vørum – 90 % av heimshandlinum verður fluttur sjóvegis. 
 
Formaðurin í ICS, Esben Poulsen, segði úr Hong Kong, at:
“Shippingvinnan tekur fult undir við altjóða svávul hámarkinum hjá IMO og tí positivu umhvørvisávirkan, hetta fer at hava við sær, og er klár at átaka sær ta munandi hækking í brennievniskostnaði, sum stendst av hámarkinum. Men um nakrir álvarsamir spurningar hesar komandi mánaðirnar ikki verða nøktandi viðgjørdir av stjórnunum kring heimin, kann hetta fara at verða til ampa fyri javna rákið av sjóvegis flutningi. Tað er enn langt frá sikkurt, at nóg stórar mongdir av brennievni, sum lýkur treytirnar, verður tøkt í øllum heimsins havnum hin 1. januar 2020. Og orsakað av vantandi altjóða standardum fyri fleiri av teimum nýggju brennievnissamansetingunum, sum oljureinsiverk hava lovað, eru møguligir trygdarspurningar orsakað av ósambæriligum brennievni”.
 
Esben Poulsen legði afturat, at:
“Stjórnir, oljureinsiverk og chartrarar mugu skilja, at skip hava tørv á byrja at keypa brennievni, sum lýkur krøvini, fleiri mánaðir áðrenn 1. januar 2020. Men í løtuni veit ongin, hvat slag av brennievni fer at verða tøkt og við hvørjum prísi, útgreiningum ella mongd. Um ikki øll fara undir hetta skjótast, kunnu vit standa frammanfyri einum hurlivasa við skipum og farmi, strandað í havnum ymsastaðni.”
 
ICS leggur dent á, at stjórnirnar mugu gera munandi framstig á hesum økinum á IMO fundinum, sum verður í juli, og sum snýr seg um komandi altjóða svávul hámarkið, har ICS – saman við øðrum altjóða vinnugreinafeløgum – fer at senda inn fleiri teknisk pappír til tess at stuðla undir eina væleydnaða verkseting av tí, sum ICS kallar ein broyting í reglunum, sum broytir spælureglarnar.