Góð leiðsla ein tørvur hjá okkum sjálvum

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti ráðstevnuna Global Leadership Summit í Norðurlandahúsinum í gjár. Heðin beyð øllum vælkomnum vegna býin og síðan vendi hann sær fyrst til fyrireikararnar av stevnuni.


- Tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum hava møguleika at taka lut í slíkum altjóða ráðstevnum. Her fæst førleikamenning, innlit í rák uttan úr heimi og íblástur, sum vit vanliga mugu ferðast langt fyri at fáa lut í.** Borgarstjórin takkaði síðan fyrireikarunum fyri henda møguleika, og helt síðan fram:


- Leiðsla er neyvan ein ítøkilig vísund.


- Góða leiðsla er ein tørvur hjá øllum – líka frá minsta húsarhaldinum til størstu fyritøkuna.


- Dygdargóð leiðsla er treytin fyri áhaldandi menning – bæði í tí smáa og í samfelagnum sum heild.


- Men sum leiðarar skulu vit eisini støðugt vegleiðast, stimbrast og mennast, og her er tað at dagsins ráðstevna kemur inn í myndina.


- Hesar komandi minuttirnar fari eg at venda mær móti trimum ymiskum leiðarum, ið kunnu siga okkum nakað um leiðslu.


- Tann fyrsti tátturin, eg vil tríva í, kann kanska tykjast politiskt ókorrektur, men kortini áhugaverdur.


- Siktið hjá mær er ikki tað politiskt ókorrekta, men meira ein roynd at hugsa út um vanliga karmin – og at síggja leiðslu frá einum øðrvísi vinkli.


- Sum vit vita, verður vanliga sagt í okkara parti av heiminum, at átrúnaður og politikkur skulu ikki blandast saman. Tað er vanlig fatan, at skilnaður skal vera millum hesi bæði.


- Tí síggja vit í fleiri londum – eisini norðanlondum – eitt kjak um at skilja kirkjuna frá statinum. Átrúnaður og politisk leiðsla skulu vera atskild. Tað er reglan.


- Men um vit eina løtu loyva okkum at hugsa, at hesi bæði verða samanblandað og SKULU samanblandast í ein og sama leiðaraskap. Hvat fáa vit tá?


- Tað, sum fyrst kemur einum til hugs, eru átrúnaðarlig einaræði, har ið prestar stýra við harðari hond. Iran er eitt dømi. 


- Men at hava leiðslu – enntá demokratiska leiðslu! – saman við átrúnaðarligari leiðslu, tað er møguligt. Tað er enntá møguligt at savna demokratiska leiðslu og átrúnaðarliga leiðslu Í EINUM OG SAMA PERSÓNI.


- Fleiri hava kanska gitt, hvønn eg meini við.


- Eg hugsi um Dalai Lama, sum inntil fyri heilt kortum BÆÐI var andaligur OG verðsligur leiðari hjá tibetanska fólkinum. Ovasti myndugleiki, bæði í andaligum og politiskum viðurskiftum.


- Átrúnaðarlig leiðsla og sterkur demokratiskur hugsunarháttur – sameind!


- Hetta stríðir ímóti logikkinum hjá teimum flestu. Men tað ber til.


 - Nú sigi eg ikki, at eg taki undir við hesi samanrenning. Als ikki. Mær dámar nú best tankan um at halda hesi tingini atskild.


- Men hesin tibetanski mátin er kortini áhugaverdur. Hann vísir, at tað finnast fleiri sløg av leiðslu. Og fleiri sløg av demokrati-hugsan.


- Í døminum um tibetanska leiðaran, kemur kravið um demokrati omanífrá – frá tí andaliga leiðaranum sjálvum. Hetta er nokk tann stóra andsøgnin. Í øllum førum fyri okkum, sum skulu á løgtingsval um eina viku. Hjá okkum plaga krøvini at koma niðrifrá og upp.


- Hvat kunnu vit sum leiðarar brúka hetta til?


- Jú - læran frá Dalai Lama, sum EG síggi hana, er, at tann góði leiðarin má fevna breitt. 


- Fyri at fáa fólk at fylgja sær – fyri at stýra – má hann vera rúmligur, tolerantur og inspirerandi. Men samstundis eisini støðufastur við sínum góðu grundgevingum og dirvi til at taka avgerðir.


- Hjá tibetanska leiðaranum hevur verið brúk fyri bæði støðufesti og dirvi. Tí at stríðast móti stórveldinum Kina krevur góða leiðslu!


- Hesir grundleggjandi tankarnir um Dalai Lama eru ikki allir mínir. Inspiratión kemur frá danska granskaranum Trine Brox. Hennara arbeiði er áhugavert og fær tankarnar í sving á ein øðrvísi hátt.


- Tann næsti persónurin, eg vil nevna verður sagdur at vera hin mest karismatiski leiðarin í okkara tíð.


- Maðurin eitur Barak Obama og er nummar 44 í røðini av amerikanskum forsetum.


- Hann hevði bara sitið 8 mánaðir í Hvítu Húsunum, tá hann fekk Friðarheiðursløn Nobels.


- So hetta er ikki hvør sum helst.


 - Meira enn tvær milliónir fólk vóru til staðar, tá ið hetta politiska stórmennið legði hondina á bíbliuna og segði “so help me God”.


- Men hvørji vóru so tey fyrstu orðini, ið Barak Obama mælti sum forseti?


- Jú, hann segði: “eg standi her eyðmjúkur yvir fyri uppgávuni, ið eg nú skal undir”.** - Valdmiklasti leiðari í heiminum var eyðmjúkur.


- Tað kunnu vit taka til okkum. Men treytin er, at vit hava eina mynd av, hvat tað er at vera eyðmjúkur.


- At vera eyðmjúkur er m.a. at vera tilvitaður um virðið hjá øðrum. At man ikki sjálvur er heimsins miðdepil – hóast man sum leiðari hevur meira ella minni vald. At vera eyðmjúkur er tilvitanin um, at man ikki veit alt, og at onnur skulu koma til orðana.


- Í fyrstu forsetarøðuni heitti Obama eisini á íbúgvarnar í USA um – saman við sær – at taka ábyrgdina av at endurreisa landsins búskap.


- Eisini tann boðskapurin er relevantur fyri okkum sum leiðarar í Føroyum.


- Avbjóðingarnar í dagsins samfelag eru stórar. Manglandi búskaparvøkstur og negativur fólkavøkstur eru uppgávurnar, ið vit standa yvir fyri. Her krevst góð leiðsla – men eisini at vera eyðmjúkur – til at venda gongdini. Og vit koma bert á mál, um vit saman taka ábyrgd.


- At enda vil eg bera víðari nøkur góð ráð frá einum svenskum vinnulívsleiðara.


- Hann hevur verið eitt sindur umstríddur hetta seinasta árið, men ráðini eru kortini góð.


- Hann eitur Ingvard Kamprad – grundleggjari og ovasti leiðari í heimsfevnandi fyritøkuni IKEA.


- Ráðini ljóða soleiðis:


• Ver ikki hugmóðigur


• Ver eyðmjúkur


• Tak einki fyri givið


• Ver stúrin


• Fyrireika teg til verri tíðir


• Gerst ikki stórlætin


• Framburður er størsti fíggindin hjá framburðinum


Við hesum orðum vil eg ynskja okkum øllum eina góða leiðararáðstevnu.


Takk fyri.