Góðir møguleikar at brúka føroysk og donsk cpr-nummur

Bárður Nielsen hevur
fingið svar frá Ríkisumboðnum um danskt cpr-nummar til føroyingar, sum ískoyti
til føroyska p-talið, eitt nú í sambandi við sjúkraviðgerð á donskum
sjúkrahúsum og atgongd til at avgreiða pensjóns- og skattaviðurskifti v.m.



 



Svarið staðfestir, at ongar forðingar eru fyri at brúka og samkoyra føroysk
og donsk cpr-nummur. Spurningurin er nú meira um politiski viljin er til staðar
at gera nakað ítøkiligt við hetta málið, so føroyingar fáa lættari atgongd til
at útvega sær danskt cpr-nummar.



 



Í svarinum verður víst á, at føroyingar vanliga fáa eitt sokallað
administrativt cpr-nummar í sambandi við skatting, sjúkraviðgerð, lestur o.a.
Tað eru ikki nakrar tekniskar forðingar fyri at tilluta administrativ
persónnummur til persónar, sum ikki eru bústaðarskrásettir í Danmark, og at
hetta kann útveitast til ein myndugleika í Føroyum.



 



Spurningurin er nú meira um politiskan vilja í Føroyum at geva møguleikan
til øll at fáa lættari atgongd at útvega sær eitt danskt cpr-nummar, ið kann
brúkast til allar tænastur og lættur sostatt um dagligdagin hjá føroysku
borgarunum, hjá ungum lesandi, eldri, ið skulu fáa útgoldið pensjón og annars
øll tey, ið hava brúk fyri at avgreiða síni viðurskifti við ríkismyndugleikan.



 



Spurningurin um samkoyring av føroyskum og donskum cpr-numrum má so loysast
fyri seg. 



 



Les viðhefta svar frá Ríkisumboðnum: Svar frá Ríkisumboðnum um danskt cpr-nummar til allar føroyingar



 



Bárður Nielsen



formaður í Sambandsflokkinum