Gróðurin á landgrunninum

Hvørja viku, frá apríl til september, mátar Havstovan nøgdirnar av plantuæti á Landgrunninum. Mátingarnar verða gjørdar av sjógvi úr Skopunarfirði og eru umboðandi fyri tær innaru landgrunsleiðirnar. So hvørt úrslitini av mátingunum eru tøk, verða tey løgd á heimasíðuna hjá Havstovuni. Hetta plagar at vera hvønn mikudag.


Plantuæti er føðigrundarlagið undir djóralívinum í sjónum. Hesar mátingarnar av plantuæti geva á hvørjum ári tær fyrstu ábendingarnar um føðiviðurskiftini hjá fiski og fugli.


Higartil í ár hevur gróðurin verið eitt sindur yvir miðal. Hann byrjaði um mánaðarskiftið apríl-mai og hevur verið hampuliga góður síðani.


Til ber at fylgja við gróðrinum við trýsta á linkin niðanfyri:


http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=15&Itemid=120