Grøn orka: nýggj vinna við nýggjum størvum

Nógv nýggj og avbjóðandi tøknilig størv í Føroyum, um so er, at vit megna at menna orkuøkið til eina lønandi vinnu

Megna vit at menna orkuøkið til eina lønandi vinnu í Føroyum, heldur enn at innflyta kostnaðarmiklað olju, vil hetta menna nógv nýggj og avbjóðandi tøknilig størv. Samstundis vil hetta geva okkum møguleikar at seta pening í íløgur innan orku og fáa eitt munagott avkast.

Á orkuráðstevnuni hjá Sambandsflokkinum 7. apríl vísti vinnan á tær neyðugu útbygningarnar, sum skulu til fyri at flyta Føroyar rætta vegin á grøna orkuøkinum. Bæði Magn, SEV, Røkt og VITorka vístu á teir stóru vinnuligu møguleikarnar, sum eru á grøna orkuøkinum og harvið skapan av nýggjum spennandi størvum.

M.a. vísti Magn á stóru avbjóðingarnar við at náa politiskt settu málunum fram til 2030 og at neyðugt er, at aðrir aktørar enn bara SEV sleppa framat at fremja útbyggingarætlanirnar í verki - her má vinnan og politiski myndugleikin taka lógvatak saman.

Tað kom greitt fram á orkuráðstevnuni, at føroysku privatu vinnuligu aktørarnir hava neyðugu loysnirnar klárar og at tað er stórur áhugi fyri fígging av verkætlanum innan grøna orku.

Størsta avbjóðingin komandi árini vil sostatt verða at fáa neyðuga lóggávuverkið broytt við tí endamáli at liberalisera el-marknaðin, soleiðis at vinnan sleppur til verka at fremja nøkur risa framstig á orkuøkinum og flyta okkum frá olju til varandi orkukeldur og harvið gagnnýta okkara orkuríkidømið. 

Sí fleiri myndir á Facebook-vegginum hjá Sambandsflokkinum: Facebook - Sambandsflokkurin: https://www.facebook.com/samband.fo/

Lesa meira: Føroysk grøn orka heldur enn innflutt svørt orka: http://samband.fo/Default.aspx?ID=156&Action=1&NewsId=1404&M=NewsV2&PID=555

Lesa meira: Sera væl eydnað ráðstevna um grøna orku: http://samband.fo/Default.aspx?ID=156&Action=1&NewsId=1403&M=NewsV2&PID=555

Sambandsflokkurin