Havstovan á YouTube

Íslendska fyritøkan ”Nordic Video” hevur gjørt eina DVD-røð um Føroyar. Talan er um eina ørgrynnu av stuttum filmum, bólkaðir undir ymsu oyggjarnar.


Fleiri føroyskar fyritøkur hava stuðlað filmunum, og ein hópur av føroyingum hava á ein ella annan hátt verið við til at gjørt filmarnar.


Í 115 minuttir langa filminum um Streymoynna, er ein stuttur filmur um Havstovuna. Hesin er at síggja á YouTube.