Heimasíða til foreldur um ung og rús

Í gjár fór ein nýggj heimasíða av bakkastokki, ið gevur eitt gott íkast til kjakið um ung og rús, og um týdningin av, hvussu foreldur fyrihalda seg til hetta. 

Gransking vísir, at besta rúsdrekka- og rúsevnisfyribyrgingin hjá ungum eru foreldrini.
Heimasíðan er tí rættað eftir foreldrum og gevur góð ráð til, hvussu tey kunnu práta við síni børn um rúsdrekka/-evnir. Harafturat kann ein lesa um gransking viðvíkjandi ungum og rúsi.

Heimasíðan er partur av Liv Lívið verkætlanini, sum Blái Krossur Føroya stendur fyri. Liv Lívið er ein fyribyrgjandi verkætlan, sum seinastu tvey árini hevur havt fokus á at broyta hugburðin hjá ungum til rús og fyri at minka um trýstið at smakka sær á ungum aldri.

- Vit hava ein vaksandi trupulleika í Føroyum við rúsevnum, og ov nógvir tannáringar nýta rúsdrekka, sigur Lív Justinussen, samskipari av Liv Lívið verkætlanini.  Hetta síggja vit m.a. á tørvinum á viðgerð. Tá so gransking vísur, at foreldrini eru besta fyribyrgingin valdu vit at gera eina heimasíðu til foreldur, har tey kunnu kunna seg meira um hetta evnið.

Heimasíðan kann vitjast á www.livlivid.fo/foreldur.