Heimastýrislógin var ein vanlukka

Í Dimmu nr. 15 frá 20. Januar 2012, skrivar Líggjas í Bø, eitt lesarabræv, sum hann kallar “Drotningin og hennara riddarar”. Í lesarabrævinum vísir hann staðiliga á, at føroyingar, sum limir í norska ríkinum leingi vóru í felagsskapi við Danmark um m.a. kong, og at tann felagsskapurin ongantíð er avtikin. Hann vísir á, at danska kongsveldið í øldir hevur roynt at heilavaska føroyingar til at vera danir. Vit hava biðið fyrrverandi tingmann, Tórbjørn Jacobsen, gera viðmerkingar til hendan spurningin, sum Zakarias Wang, fólkalívsfrøðingur, hevur havt frammi í nógv ár.


2. partur


Tað var ein vanlukka, at heimastýrislógin gjørdist ein politiskur veruleiki í Føroyum. Rættur og ábyrgd vóru sogin úr politiska merginum, og tað kann skjalprógvast, at fyri hvønn dag síðani hava vit flutt okkum longur burtur frá tí avgerðini, sum Fólkaatkvøðan vildi. Í skjølum frá hesi tíðini hava vit eisini fingið at vita, at tað var hetta danir vildu.


Loysingarmenninir vóru politiskt húsvillir eftir tað sum hendi í 46, 47 og 48. Fólkaflokkurin gjørdist alt meira lunkaður, fyrst rýmdu teir av tingi eftir kongsins boðum, og táið teir kastaðu saman við Sambandsflokkinum í 1950, tá var tann skriðan lopin endaliga. Hvussu teir hava hugsað sær, loysingarmenninir, at málið kundi vendast aftur á beint, er ilt at siga.


Helst hava teir grunað leingi um hetta, tí Tjóðveldisflokkurin verður ikki stovnaður fyrrenn í mai mánaða í 48. Stutt eftir, at ein meiriluti á tingi hevur samtykt donsku heimastýrislógina. Giti, at teir vildu halda fram við eini fólkarørslu fyri loysing samstundis sum hendan gjørdist partur av parlamentariska segmentinum, sum ein avantgarda, ið var røddin og argumentið hjá rørsluni innan tinggátt. Í einum hjálandi er hetta ein trupul leið, eitt tvíeggjað svørð.


Hinvegin, so er tað skjótt, at ein flokkur hongur í “leysum lofti”, um hann bara førir fram national sjónarmið. Býr ongin annar strukturur í honum, so hevur hann ongan tilverurætt í longdini. At Erlendur gjørdist formaður í Fiskimannafelagnum, broytir hesi viðurskifti. Serliga eftir at hann gjørdist tingmaður og formaður í bæði flokki og fiskimannafelag. Eftir tað hevur flokkurin valt síðu í vinstra/høgra spurninginum.


Nú er flokkurin ein vinstraflokkur, ið samstundis skal samansjóva sjónarmiðini hjá øllum teimum, ið vilja loysing, bæði høgru og vinstrumegin miðjuna í praktiskum politiskum spurningum. Søguliga hevur flokkurin verið partur av øllum teimum rákum, sum hava havt ein nationalan brodd í sær.


Verkføllini í fimmtiárunum vóru slagið um tær sosialu Føroyar meðan NATO-málið, fiskimarksmálini, EEC-málið og fullveldismálið í 90-unum vóru mál, har flokkurin var í broddi fylkingar. Men ivaleyst er tað ein sannroynd, at flokkurin í alt ov stóran mun gjørdist ein partur av tí donsku heimastýrislóg, sum danir ætlaðu skuldi binda Føroyar tættari at Danmørk.


At fullveldisroyndin í 98 ikki eydnaðist var eitt bakkast. Ein politisk tragedia. Politisku bøllingarnir hjá Fólkalfokkinum hildu ikki, táið tað kom til skarpskeringar. Nyrup vitsti hvat hann gjørdi, táið hann hótti við 4-ára skiftistíðini í ríkisveitingini. Síðani hava vit livað í einum nationalum vacuum. Og skilið er hareftir.


Tað var ein vanlukka, at heimastýrislógin gjørdist ein politiskur veruleiki í Føroyum, staðfestir Tórbjørn Jacobsen.


--------------------


Næsta grein: Loysingin kemur ikki gjøgnum Løgtingið, sigur Tórbjørn Jacobsen...