Helle Thorning-Schmidt vitjar í Føroyum

Í døgunum 18. til 20. juni vitja danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt og harra Stephen Kinnock í Føroyum. Løgmaður hevur boðið forsætisráðharrahjúnunum til Føroya og er vertur fyri vitjanini.


Forsætisráðharrahjúnini koma til Føroyar seinnapartin týsdagin 18. juni. Síðani verður farið út í Koltur, har frágreiðing um Koltursverkætlanina og gongutúrur er á skránni. Kvøldið endar við rundsýning í Kirkjubø.


Mikudagin kl. 10 hittir og skiftir forsætisráðharrin orð við ung og lesandi á Fróðskaparsetrinum. Mikudagin fyrrapartin verður eisini vitjað á Føroya Tele, har framløga verður um virksemið hjá felagnum.


Seinnapartin verður farið til Klaksvíkar, har borgarstjórin, Jógvan Skorheim tekur ímóti. Vitjað verður í Christianskirkjuni og hjá P/F Christian í Grótinum.


Um kvøldið er løgmaður vertur fyri døgurða á Hotel Føroyum fyri innbodnum.


Hósmorgunin 20. juni hittir forsætisráðharrin Løgtingið. Aftaná verður fundur við landsstýrið og síðani løgmann úti í Tinganesi.


Tíðindafundur við løgmanni og forsætisráðharranum verður í Eysturstovuni á Løgmansskrivstovuni kl. 11.25. Forsætisráðharrahjúnini fara av landinum aftur seinnapartin 20. juni.