Hendan tíðindasíðan verður nú fyribils óvirkin

Hendir okkurt serligt, sum krevur, at vit hendinga ferð kortini opna síðuna, so verður tað gjørt. Ætlanin er tó, at fólk kunnu leita á síðuni, har nógv, og kanska fyri tey flestu, sera áhugavert tilfar er at finna, sum aðrir fjølmiðlar hvørki vildu ella tordu avdúka. Hetta eru "perlur" fyri eftirtíðina.

Til einstaklingar og stovnar, takki eg fyri gott samstarv seinastu 43 árini, men kreftirnar mugu nú leggjast í annað virksemi, at lýsa turbulentu tíðina, tá tað ikki var nøkur sjálvfylgja, at reka óheft blaðvirksemi, sum var lagt undir grovan sensur, har allar týðandi samfelagskreftir fóru saman um at sløkkja frælsisneistan, men tað eydnaðist ongantíð, at sløkkja neistan fyri presufrælsinum í Føroyum, sum annars birtist í Sameindu Tjóða.

Paradoksið var/er, at danir, fingu fólkaræði í 1849, við yvirskriftini, at tað ongantíð aftur skuldi bera til at fremja sensur. Kortini eydnaðist tað, at fella fleiri dómar yvir blaðstjóran, sum skuldi bøta fyri úttalilsir hjá øðrum navngivnum persónum, sum heilt gingu fríir fyri egna ábyrgd fyri egin úttalilsir, antin hetta galt stovnar ella persónar.

Her skuldi blað og blaðstjóri, bøta og bløða, tó at talan bara var um "boðbera-uppgávuna" hjá journalisti, og tí, sambært ST, als ikki kundi rættarsøkjast, men heldur ikki tað vildu tey virða, og hava heldur ikki vilja rætta ein einasta dóm, tó at flestu ikki eru annað enn justitsmorð, bygd á "Jante".

Tá ið hetta kundi bera til var orsøkin, at alt var sett inn uppá, at koyra blaðið á heysin. Tað eydnaðist tó ongantíð, men í prosessuni, bløddi blaðið við milliónum, og nakrar fongsulsdómar bleiv tað eisini til, so tað er nokk at greiða frá, tá tann tíðin kemur.

Ágangurin var so ekstremur, at eg føldi meg noyddan seinastu árini, at prenta hendan tekstin yvir navninum á blaðnum: "Blaðið er undir ríkis-sensuri"

Eg ynski øllum eina bjarta framtíð, og vóni inniliga, at vit onkuntíð aftur fáa eina óhefta pressu í Føroyum.

Eg ætli mær at fylgja við, og eg ætli mær eisini, at halda fram at gera viðmerkingar á Facebook, soleiðis, sum eg havi gjørt tað í mong ár.

Dan Klein, journalistur