Hin kleptomaniski kassadrongurin

Ófatilig at hann ikki verður settur í viðgerð, so hann kann liva eitt reiðiligt og heiðurligt lív í framtíðini


 Eingin fatar logikkin í at starvseta ein kleptomaniskan kassadrong. Hví so seta hann?


Vælsignaðu kvinnur og menn hjálpið honum upp á turt skjótast tilber. Ongin innan tann siviliseraða heimin hevði fata tað, um tey frættu, at vit útnevna kleptomaniskan kassadrong í hægsta starv.


Fólk høvdu uttan undantak rist á høvdinum, stungið tumlarnar langt inn í oyruni og vinkað, meðan tey lótu: ugh, ugh,


Kanska onkur tekur seg saman og fær kassadrongin í viðgerð. Tað hevði verið ein góð gerð.


Dagfinnur Danbjørg.