Hol í høvdið fyri 1,8 millión

Perlur: Samferðsluleiðarin hjá SL, Joan Poulsen, váttar fyri blaðnum 22. oktober, at SL hevur býlagt serbygdan lastbil, at koyra bingjur gjøgnum Hvalbiartunnilin, tó at ein serbygdur flutningsbilur stendur fyri onki í Norðoyggjum, tí eigarin hevur ov lítið at gera. Men stjórin, váttaði ongantíð hetta “hologram”, og ongin prísur var heldur nevndur, men nú er øðrvísi. Hetta skrivaði Oyggjatíðindi 5. november 2010, meðan Dimma hevur havt hetta sum sensatión í 2011. Hvat tá.


- Longu 22. oktober, skrivaði oyggjatíðindi, at Strandferðslan var farin í beinharða kapping við ein persón í Norðoyggjum, sum longu sjálvur hevur bygd sær eitt serligt flutningsakfar til 20-fóts-bingjur, at koyra í gjøgnum tunnlarnar í norðoyggjum við.


Hetta serbygda akfar hevur onki havt at gjørt í longri tíð. Av somu orsøk er tað undrunarvert, at SL - við loyvi frá landsstýrismanninum, hevur bygd ein serligan bingjubil fyri 3 milliónir, at køva eitt privat átak í Norðoyggjum.


- Bingjubilurin kostar ikki 3 milliónir, og hann er ikki komin til landið, segði Joan B. Poulsen, samferðsluleiðari hjá SL 22. oktober 2010, ið annars segði at bingjubilurin skuldi koma í ár. - Men tað kann ikki undra, at privata vinnan, sigur:


- Tað er hol í høvdið, tá slíkt akfar longu er tøkt. Men blaðið søkti um alment innlit í hesi viðurskiftir, og stjórin, Bogi Mortensen, svarar soleiðis:


Trailarin, ið SL hevur bílagt eftir boðum frá Vinnumálaráðum til fiskaflutning ígjøgnum Hvalbiartunnilin, kostar 1.850.000 kr. Um alt gongur eftir ætlan, kemur trailarin til landið um mánaðarskifti novembur/desembur 2010.


Áðrenn áður umtalaði trailari varð bílagdur, vitjaði SL ánaran av serbygdum trailara í Norðoyggjum miðskeiðis í 2009.


SL metti tá, og metir enn, at hesin trailari ikki kann brúkast til fiskaflutning ígjøgnum Hvalbiartunnilin av tí einfaldu orsøk, at hesin trailarin kann einans taka 20 fót bingjur, og ikki 40 fót bingjur sum fiskaflutningur úr Hvalba krevur, skrivaði blaðið tá.


-----


Traliarin er komin, men hevur so lítið at gera, at nú verður hótt við at senda hann retur. Tá Oyggjatíðindi avdúkaði ætlanina helt Einglapressan gák, og segði onki. Varð orðaskifti um hesi viðurskiftir tá Oyggjatíðindi avdúkaði ætlanina 22. oktober 2010, so átti hetta at ført til, at SL brúkti tann bilin, sum longu var í landinum.