Holgar Jacobsen - Gevur lívsins royndum ein tónleikabúna

Eg hoyrdi
júst lagið og vil gjarna leggja nøkur orð á útgávuna “Um tár vóru gull”, tí hon
júst talar til mín og okkum um, at lívið er ikki bara ein streymur av viðgongd,
men at tað koma dagar og tíðir, tá vit øll koma í truplar og tungar støður
.



Gjøgnum mína
longu tíð við ummælum og skriving, havi eg mangan hugsa um hetta við huglagnum
og í hvørjum sambandi ymsu útgávurnar hava sín uppruna.



Tað er ofta
so, at tað skal onkur hending og nakað á okkara lívsleið, ið ger eitthvørt
listarligt og tónleikaligt avrik til nakað serligt, tí kemur ein meira
inniligheit inn í sjálvt verkið, gevur hetta tí ein serligan búna.



Her kemur
júst “Um tár vóru gull” inn, tí vit vita um lívsleiðina hjá Holgari og at hann
eisini hevur upplivað tær tungu løturnar.



Tónleikur
til fólkið



Taki eg
sjálvt tónleikaliga avrikið, er talan um “mainstreaman” fólka- og
countrytónleik, sum vit øll saktans kunnu finna eina løtu at lurta eftir.



Vit fara
ikki yvir í nakað avanserað og eina langliga framleiðslu, men meira tónleik ið
kemur frá sjálvum hjartanum, sum Holgar og tey hava vilja gjørt til eina
útgávu.



Tað er tað
við tónleiki og aðrari list, at hetta gjarna skal umsetast til eitt ella annað,
sum gevur eitt virði av undirhaldi og eisini kann hjálpa einum víðari.



Tí er tað
her ein greið linja í tí hjá Holgari og teimum, at talan er um at seta orð á og
geva fólkinum nakað.



Greiður
og rørandi boðskapur



Lata vit
okkum eina løtu úr tí kræsna og atfinningarsama búnananum, so eri eg millum
tey, ið gjarna seti meg í tøgn og lurti.



Sum eg havi
nevnt, fari eg ikki yvir í avanseraðar og tekniskar
metingar, men vil heldur geva mær stundir at lurta og føla.



Røddin hjá
Holgari er sermerkt og hevur hann eitt ynski um, at vit ikki skulu standa og
leita eftir meingingini við tekstinum!



“Um tár vóru
gull” hevur sterkan og rørandi tekst, og skal júst hesin parturin hava 5 av 6
stjørnum.



Fríðálvur A.
Jensen