Hotel Hafnia stuðlar Parasport Føroyar

Hotel Hafnia og Parasport
Føroyar hava gjørt stuðulsavtalu. Avtalan merkir, at
Hotel Hafnia verður ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport Føroyar
komandi trý árini.




Avtalan ger tað møguligt fyri
Parasport Føroyar at eggja enn fleiri at íðka para ítrótt og haraftrat
kann ein møgulig føroysk luttøka í Paralympisku leikunum í Tokyo 2020, gerast
veruleiki.




"Vit Fegnast um, og eru
sera takksom fyri at Hotel Hafnia vil halda fram at stuðla
arbeiðinum hjá Parasport Føroyar, eins og tey hava gjørt seinastu
árini" sigur Egga Jensen formaður í Parasport Føroyar. 




Hugsjónin hjá Parasport
Føroyar er at tað fyri einhvønn, ið hevur onkran tarn, skal vera
heilt natúrligt at søkja sær styrk kropsliga, heilsuliga og sosialt í
einari hóskandi ítróttagrein.




“At taka virknan lut í samfelagnum, er partur av
virðisgrundarlagnum hjá Hotel Hafnia” sigur Pætur T. Thomsen í sambandi
við at nýggja stuðulsavtalan varð undirskrivað.




“Tað skal sjálvandi vera pláss fyri okkum øllum og í
tann mun, vit kunnu rætta eina hjálpandi hond, gera vit sjálvandi tað.
Parasport Føroyar er fyri allar føroyingar, ið hava ein tarn og hóast hendan,
vilja íðka ítrótt og annars liva eitt virkið lív” leggur Pætur T. Thomsen
aftrat.