Hvar kanst tú brævatkvøða

Í Tórshavnar kommunu ber til at brævatkvøða í Snarskivuni til fríggjadagin 28. oktober 2011 kl. 16.00.


Fólk skulu hava valkort og samleikaprógv við. Er valkortið burtur, ber til at fáa nýtt í Snarskivuni.


Meðan umbygging fer fram heldur Snarskivan til í Perluni, í Tórsgøtu 3.


Veljarar, ið liggja á sjúkrahúsi ella øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni, ella eru undir læknaviðgerð heima, kunnu greiða atkvøðu á sjúkrahúsinum ella stovninum við at boða kommununi frá á tel. nr. 30 20 10.


Higartil hava umleið 600 veljarar brævatkvøtt í Snarskivuni.