Hvat vilja flokkarnir við ítróttinum?

ÍSF hevur heitt á politisku flokkarnar um at koma við sínum ítróttapolitiska íkasti


 Politisku flokkarnir hava í dag fingið áheitan frá ÍSF-húsinum um at greiða frá hvørjar hugsjónir teir hava í samband við ítrótt í Føroyum.


Svarini kunnu síggjast her á www.isf.fo so hvørt, sum tey koma inn. - Okkara vón er, at flokkarnir vilja greiða frá teir leggja í tað arbeiði, ið verður gjørt í ítróttafeløgunum, og hvørjar framtíðarætlanir teir hava við ítróttinum.


Kanska teir harvið kunnu hjálpa veljarum við áhuga fyri ítrótti at gera av, hvar krossurin skal setast 29. oktober, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti. Áheitanin til flokkarnar er soljóðandi:


Ítróttarrørslan er størsta sjálvbodna rørslan í Føroyum. Sum aktiv ítróttafólk, venjarar og leiðarar, ella sum foreldur eru vit øll við í tí ítrótti, sum dagliga verður gjørdur innan- og uttandura.


Nú Løgtingsval er útskrivað, vil Ítróttasamband Føroya fegið geva politisku flokkunum høvi at greiða føroya fólki frá, hvørjar hugsjónir teir hava í samband við ítrótt í Føroyum. Ítróttasamband Føroya bjóðar tí politsku flokkunum at greiða frá sínum ítróttapolitisku ætlanum á heimasíðuni hjá Ítróttasamband Føroya.


Flokkarnir kunnu sjálvur skipað síni innlegg, men tað hevði i øllum førum verið áhugavert at hoyrt teirra meiningar um hesi viðurskifti:


-Yvirskipaði týdningurin av ítrótti fyri føroyska samfelagið og einstaka borgaran -Hvønn týdning hevur úrvalsítrótturin, og hvussu vilja tit stuðla honum?


-Hvønn týdning hevur breiddarítróttur, og hvussu vilja tit stuðla honum?


-Hvønn týdning hevur ítrótturin í umboðan og marknaðarføring av Føroyum úti í heimi, og hvussu vilja tit stuðla hesum virksemi?


-Hvønn týdning hevur tað at vit skipa fyri altjóða ítróttartiltøkum í Føroyum?


-Hvørji ítróttarverkløg vilja tit byggja?


-Hvussu vilja tit lætta um fíggjarligu korini hjá sersambondunum og hjá einstøku feløgunum?


Flokkarnir verða bidnir um at senda sínar greinar til isf@isf.fo, og verða tær lagdar út á heimasíðuna í teirri røð, sum tær eru komnar inn.


ÍSF-húsið, 29. sept. 2011


Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti