Hvørjir eru skurkarnir í málinum um p/f N. Niclasen

Undir valstríðnum til síðsta løgtingsval kom fram, at valevni hjá sambandsflokkinum, Eivinur jacobsen, ikki hevði uppgivið inntøkur av virðisbrøvum til skattamyndugleikan.


Ikki eitt orð um hetta kom fram í Kringvarpinum.


Hesir upplýsningar eru goymdir í ovastu skuffu í Kringvarpinum, - for tilfældets skyld, tí maðurin er jú potentiellur fíggjarmálaráðharri, - ella sum beiggin Suni gjørdi tað, kemur at sita sum fíggjarnevndarformaður. For tilfældets skyld hevur Kringvarpið, eisini í tollmálinum hjá p/f N. Niclasen, forbrotið seg móti sínum skyldum, við at bøla á málinum hjá Jørgeni Niclasen til teir hildu seg fáa optimalan vinning burturúr.


Ørðindi Kringvarpsins er ikki at beina Føroyar á reiðuliga kós, - og objectið hjá Kringvarpinum er als ikki Jørgen Niclasen.


Objectið hjá Kringvarpinum er Annika Olsen.


Teirra mál er at fáa Fólkaflokkin at tódna, so dyrnar í Tinganesi verða stongdar fyri Anniku Olsen


Hon átti at verið politiskur leiðari í einum samanløgdum fiski og vinnumálaráði, men er nú sum almannamálaráðharri við at koyra tjóveldis og javnaðarsosialistarnar út í eina identitetskreppu.


Tað er í tí ljósinum at sjongurin í Kringvarpinum skal síggjast.


Tollmál í Vági


Komið í tankar um eina samrøðu við Karl Olsen,sála, fyrrverandi avgreiðslumann hjá Skipafelagnum í Vági.


Ein dagin, eftir at hava svølgt ein bita við hús, sær hann, at eitt partí hoyrandi til handilsvirksemi á Gørðum er horvið á goymsluni.


Samanhangurin er skjótt uppkláraður og fer hann beina leið á sýsluskrivstovuna, sum tá var tollstova, at fáa tollstempul á skjølini.


Seinri kemur gjaldstovan suður um fjørð saman við løgreglumanni, men har var alt í lagið. ”Det vidste jeg, at hos Karl Olsen er alle sager i orden,” var ein setningur á avgreiðsluni hjá skipafelagnum í Vági tann dagin.


Hvussu langa tíð aftaná, minnist eg ikki; men ein dagin fær heiðursmaðurin Karl Olsen harraboð frá handilsvirkinum á Gørðum, at frá nú av hava teir avgreiðsluna hjá skipafelagnum.


Beinanvegin sum hetta kom fyri oyrinum á Sakarisi á Skipafelagnum, mannaði hann skip (Rókur?), beina leið á Vág. Fyritøkan á Gørðum fekk at vita, at Karl Olsen er teirra maður í Vági.


Eitt álvarsamt tollmál afturat , segði Karl Olsen mær frá. P/F Suðurfisk við tjóðveldismanninum Ova Mikkelsen,sála, sum stjóra, tók ein truck uttan gjald av tolli.


Tað megu vera nøkur ár aftaná, tekur blaðskriving seg upp um hetta mál. Ove Mikkelsen saksøkir.


P/F Suðurfisk við Ova Mikkelsen tapir sakina um tollmálið. Sperdir í brókum sum javnaðar og tjóðveldismenn nú eru, raka teir fam. Karl Olsen so meint sum møguligt við at stórur partur av lærarum við Vágs skúla niðurleggja arbeiði. Tað hendir einar 14 dagar eftir at truckamálið er tapt.


Familjan Karl Olsen ikki til fals


Fyri nøkrum mánaðum síðan varð Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, giftur.


Annika við fam. skuldi suður í brúðleyp, men á miðdegi boðar Ú.F. frá, at Smyril vegna brek ikki siglir.


Snarur í tanka og handling sum pápi hennara er, fekk hann avgreiðslumannin hjá tyrluni í Suðuroy, Dánjal Bjarkhamar, at bíða eftir Anniku í einar fimm minuttir.


Komin suður skuldi hon einki gjalda fyri túrin, tí hetta var ein tænasta fyri hana.


Annika Olsen gav Dánjali Bjarkhamar og tyrluskiparanum greið beskeð, at hon ikki er komin suður sum landsstýrismaður, men hon við familju, 4 í tali, eru komin suður sum privatpersónar. Hon skuldi gjalda fyri seg og síni. Final!!


Hevði Annika ikki reagerað akkurát sum hon gjørdi, so var tað hon sum varð koyrd gjøgnum rununa í Sortudýki og ikki P/F N. Niclasen.


Konspiratiónsteori?


Eg taldi eftir fyri eini tíð síðani, men rætt skal vera rætt sum langabbi Anniku, Óla Smið, segði á sinni.


Í umleið 25 førum eri eg farin eitt sindur við síðuna av eina ferð.


Mín yvirskrivt spyr hvørjir skurkarnir eru. Tað lætið eg róliga upp til lesaran at gera av.


Ólavur Petersen