Hvussu er tað at vera handverkari?

Hesum greiddu yrkislærd frá fyri næmingum í 8. flokki miku- og hósdagin í farnu viku.
 
”Greið frá tínum yrki” er tiltak, har handverkarar og yrkislærd greiða næmingum í 8. flokki frá sínum lívi við eini yrkisútbúgving. Tey greiða m.a. frá, hvussu tað er at vera í læru og um teir mongu møguleikar, sum hendan útbúgvingin hevur givið teimum.

Allir næmingar í 8. flokki í Tórshavnar Kommunu vóru og lurtaðu. Hetta er fjórðu ferð, at ”Greið frá tínum yrki” hevur verið í Havn, har Havnar Handverksmeistarafelag er vertur. Síðsta skúlaár varð tiltakið eisini í Klaksvík, og eftir ætlan verða yrkissøgur eisini fortaldar aðrastaðni í landinum hetta skúlaárið.

Tiltakið varð fyriskipað av Føroya- og Havnar Handverksmeistarafelag, Handilsvinnufelagnum, Ferðavinnufelagnum og KT-felagnum í samstarvi við Yrkisdepilin og Tórshavnar kommunu.