Hvussu nógv KT-fólk eru í Føroyum?

Mikudagin 6. desember kl. 15.00 skipar KT-felagið fyri spennandi heimleiðistiltakið fyri limum felagsins.
 
KT er ein sjálvsagdur partur av flest øllum arbeiðsplássum í dag. Men hvussu nógv fólk starvast við KT í Føroyum? Hetta setti KT-felagið sær fyri at kanna í heyst. Kanningin er gjørd eftir OECD leisti, og endamálið við kanningini er at kanna støðuna í KT-vinnuni. Við at nýta altjóða leist, kann støðan samanberast við støðuna í londunum, sum vit samanbera okkum við.
 
Á heimleiðistiltakinum mikudagin verður úrslitið av kanningini av, hvussu nógv KT-fólk starvast í Føroyum, lagt fram.