Hvussu nógvar pengar kostar Eirikur landskassanum?

Sosialurin hevur prentað lista frá Taks yvir feløg, har Taks hevur mist pengar. Harímillum feløg sum eg eigi. Haldi, at orsøkin er at Eirikur er fornermaður inn á Dimmalætting og Løgmann.


Havi tosað við Jón Brian eisini. Eftir tí og eftir hvat skrivað verður í Sosialinum er púra greitt, at teir ikki vita, hvat er galdandi lóg.


Lógin er soleiðis, at ikki er loyvt at for-fordeila kreditorar. Tað er enntá straffbart. T.v.s. at um kr. 10.000 eru í kassanum, og skuldin til Taks er kr. 10.000 og til aðrar kreditorar kr. 90.000, so sigur lógin at Taks skal hava kr. 1000 og hinir kreditorarnir kr. 9.000.


Tí er tað soleiðis, at Sosialurin av órøttum ákærur navngivnar persónar fyri at snýta Taks. Og lætt er at rokna út, at stevning um ærumeiðing og harav fylgjandi endurgjaldskrav hevði koyrt Sosialin í fíggjarligt óføri.


Fyri mín part kann eg siga, at eg bjóðaði stjóranum í Taks allar pengarnar, men í SMS boðum tók hann ikki av. Tað kostaði Taks. Men tað krevur eina longri frágreiðing, sum kemur. Ætlaði tó fyrst at greiða landsstýrismanninum frá hesum.


Hetta er lætt at skilja og tí átti Sosialurin at komi við einari umbering til bæði Løgmann og Árna Gregersen, sum eg tó ikki vænti.


Eirikur kostar eisini landskassanum pengar


Eisini sambært galdandi lóg er tað soleiðis, at bankar skulu seta av móti væntaðum tapi. Bankar hava loyvi at mótrokna avsetingar móti tapi beinleiðis í skattskyldugari inntøku.


Feløgini í samtakinum hjá Sosialinum skylda sera nógvar pengar. Einki er at ivast í, at bankin hevur sett av móti tapi. Og nú prentmiðstøðin misti uml. 50% av inntøkunum og Rás 2 hevur knappa millión í halli, gerst støðan ikki betri.


Dugi ikki at síggja annað enn, at Eirikur kostar landskassanum meira pengar enn Løgmaður og Árni Gregersen tilsamans. Og nú útlitini eru so vánalig, má roknast við, at missurin hjá Jørgin Niclasen verður uppaftur størri.


Innbjóðing til fund á Strondum


Av tí at Sosialurin ikki skilur alt og tað sigi eg tykkum ikki ringar fyri, vil eg hervið bjóða tykkum inn á Strendur, soleiðis at eg kann greiða tykkum nærri frá hesum.


Tað einast tit skulu hava við er roknskapir yvir feløg tykkara, so skal eg rokna fyri tykkum, hvussu nógv BankNordik helst hevur sett av móti tapi upp á tykkum og hvussu nógv tit hava kostað landskassanum.


Harumframt skal eg vísa tykkum á, at eg bjóðaði stjóranum á Taks allar pengarnar, men hann umvegis SMS ikki tók av og páførdi Taks nógvar milliónir í tapi.


Eisini skal eg vísa tykkum, hvussu lítið skil er í hjá Taks. (Fari í dag at biðja Jørgin Niclasen um fund um hetta)


T.d. ger Taks skilaleysar metingar og hevur tí fingið nógvar pengar, sum aðrir kreditorar av røttum eiga. Hetta er væl tað sama sum stuldur.


Samstundis er tí talan um falskar inntøkur hjá landskassanum. Og ikki ber til at gráta um avskrivingar av inntøkum, sum tú ongantíð hevur havt rætt til. Hvørki hjá Taks stjóra ella Sosialinum.


Havi roynt at verða diplomatiskur.


Havi t.d. ikki blanda eigarar av samtakinum hjá Eiriki uppí. Men har er sanniliga nógv at fara eftir.


Eivind Jacobsen


Strendur