Í Atlantic Airways eru tey umhugsin

Seinastu tíðina hevur Atlantic Airways í alt størri mun givið føroyingum møguleika at njóta summar og sól sunnanfyri. Hetta munnu mong fegnast um.

Krabbameinsfelagið fegnast stórliga, tí Atlantic Airways við heilsíðulýsing í ‘Atlantic Review’ vísir á týdningin av at njóta sólina við skili. Gransking og hagtøl vísa, at tilburðirnir av krabbameini í húðini er nógv vaksin síðan sjeytiárini, tá norðurlendingar fóru at ferðast suðureftir og at leggja seg í solarium.

Tey góðu tíðindini eru tó, at krabbamein í húðini lættliga kann fyribyrgjast við skilagóðari atferð í sólini. Og bara soleiðis kann talið á krabbameinstilburðum í húðini minkast. Við at bera sínum ferðafólki henda boðskap, vísir Atlantic Airways í verki, at tey leggja í heilsuna hjá hvørjum einstøkum ferðafólki, samstundis sum tey eru við til at fyribyrgja ein umfatandi heilsutrupulleika í Norðurlondum. Samstundis økja tey um dygdina hjá ferðafólki, við tað at færri dagar verða oyðilagdir vegna sólskáldingar, sum geva vánalig minni frá ferðini.

Sunnir sólvanar fáast við at fylgja teim trimum sólráðunum:
• Siesta         - hav steðgir í skuggan millum kl. 12-15
• Sólhat        - verj kroppin við klæðum og minst til sólbrillurnar
• Sólkrem      - brúka sólkrem, har skuggi og klæði ikki fjala

Krabbameinsfelagið er partur av Nordic Cancer Union (NCU)

NCU er samgonga fyri norðurlendsku krabbameinsfeløgini úr Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Danmark og Føroyum. (www.ncu.nu). Við felags verkætlanini ’Tryggleiki í sólfrítíðini’  hevur síðan 2012 verið virkað fyri at fáa boðskapin út um trygga atferð í sólini.

Endamál NCU er:
• Betra vitan og forstáilsi um krabbamein
• Effektivari fyribyrging av krabbameini
• Betri úrslit frá krabbameinsviðgerð og rehabilitering
• Betrað nýtsla av krabbameinsviðgerð í Norðurlondum
• Felags norðurlendska verkætlanin ’Tryggleiki í sólfrítíðini’ fór av bakkastokki í 2012