Í dag minnast vit tónleikin

Í dag, 16. mai klokkan 20:00, verður hugnaløta og konsert í SALT undir heitinum:

”Vit minnast tónleikin – eitt afturlit í 70-uni”.

Nøkur av teimum sum vóru ung í 70-unum, hugleiða um tíðarskeiðið í andaligum høpi, og minnast okkara kæra Alex, sum flutti heim undan okkum, hann sum gav okkum so nógv ígjøgnum sín frálíka sang og tónleik.

Konsertparturin verður við Svein í Prestgarði og bólki. Tey framføra sangir og løg sum Alex gav út á kassettubandi, og seinni á fløgu.

Tiltakið er ókeypis.

Fyrireikararnir