Ingibjørn nýggjur leiðari á Ørkini

Ingibjørn Eldevig, Fuglafjørður, er settur sum nýtt fyristøðufólk á Hotel Ørkini, føroyska sjómansheimið í Reykjavík, at byrja frá umleið 1. august 2012.


Ingibjørn er 64 ára gamal og er giftur við Mariu. Hann hevur starvast 38 ár hjá politinum.


Ingibjørn avloysir Hans Michael í Mittúni, sum í summar hevur verið tvey ár á Ørkini. Ætlanin er, at teir báðir skulu starvast saman í eina tíð, har Hans Michael skal seta Ingibjørn inn í arbeiðið.


Kelda: www.trubodin.fo