Ingrid stillar upp til løgtingsvalið

Hervið boðið eg frá, at eg stilli upp til
løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin.



Eg eri uppstillað av Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag.



Seinastu nýggju árini havi eg starvast hjá
Landsfelag Pensjónista, sum skrivari og samskipari. Eg haldi, at tað er
umráandi politiskt at virka fyri at bøta livikor og liviumstøður hjá lágløntum
og fátækraraktum pensjónistum og øðrum bólkum, ið hava tað trupult í okkara
samfelag.



Fái eg møguleika at verða vald á ting, vil eg
leggja serligan dent á at virka fyri at skapa eitt liviligt og rættvíst
samfelag fyri øll – tey við lágum inntøkum skulu hava ein rættvísan part av
ríkidøminum í landinum.

Tórshavn, hin 2. august

við heilsan

Ingrid S.
Henriksen