Ítróttasamband Føroya havt aðalfund

Í formansfrágreiðing síni legði ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, fyrst dent á týdningin at hava í huga, at úrvalsarbeiðið, ið sæst aftur í góðum føroyskum avrikum í altjóða kappingum, er treytað av einum breiddararbeiði, sum í stóran mun gevur ítróttarfeløgum og sersambondum ta sjálvbodnu arbeiðsmegina, sum heldur øllum ítróttararbeiði uppi. Víst varð á týdningin at geva øllum teimum, ið royna ítrótt sum børn ella vaksin, møguleika at íðka og á annan hátt vera við í ítróttaarbeiði alt lívið.


Í viðgerðini av samstarvinum við almennu myndugleikarnar var dentur serliga lagdur á hækkaðu skattafríu veitingarnar, sum ítróttarfeløg kunnu lata leiðarum, og serliga stuðulin, sum landsins myndugleikar lótu til føroysku oyggjaleikaluttøkuna á Bermuda.


Eisini heitti Petur Elias Petersen á landsins myndugleikar at taka uppaftur táttin við árligum skúlaítróttardøgum og at gera rørslu og ítrótt part av skúladegnum hjá øllum føroyskum næmingum í øllum aldrum frá 1. til 10. flokk.


Greitt var síðani frá førleikamenning og skeiðsvirksemi umframt ymiskum verkætlanum, sum Ítróttasamband Føroya hevur tikið lut í saman við øðrum stovnum og felagsskapum m.a. innan fólkaheilsu.


2012 var olympiskt ár, og tí varð greitt frá avrikunum hjá Páli Joensen og Ragnvaldi Jensen á Olympisku og Paralympisku Leikunum í London seinasta summar, og hvønn týdning luttøkan í stórstu úrvalskapping í heiminum hevur fyri føroyskan ítrótt.


Oyggjaleikirnir fingu eisini nógva umrøðu. Fyrireikingarnar eru í hæddini til leikirnar á Bermuda, sum vera í døgunum 13.-19. juli. Um 100 føroysk ítróttafólk umframt leiðarar og venjarar fara at kappast á Bermuda.


Føroysku ítróttafólkini fara at kappast í badminton, beach volley, fimleiki, flogbólti, fjallasúkkling, frælsum ítrótti, golf, skjóting, súkkling, tennis og triathlon.


Síðani vórðu royndirnar at fáa leikirnar til Føroyar aftur umrøddar. Starvsnevndin í Altjóða Oyggjaleikafelagsskapinum IIGA var og vitjaði í Føroyum í mars mánað í ár, og vóru tey vælnøgd við umstøðurnar hjá føroyskum ítrótti.


Samstundis vóru tey fegin um at síggja, at umboð fyri almennu myndugleikarnar stuðla ætlanini at skipa fyri Oyggjaleikum í Føroyum í 2019. Endalig støða verður tikin um leikirnar í 2019 á aðalfundinum hjá IIGA á Jersey á sumri 2014.


Nevndarval var eisini á skranni. Næstformaðurin, Petur Ove Petersen, skrivarin, Anna Rein, og varalimurin, Tóra Øre Hansen, stóðu fyri vali, og vóru tey øll afturvald uttan mótvalevni.