Johan Dahl hevur fingið svar um útisiglarar og inngjald til Heilsutrygd

Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður, svarar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-1/2019: Viðvíkjandi útisiglarum og inngjaldi til Heilsutrygd frá Johan Dahl, løgtingsmanni :

Fyrispurningurin var soljóðandi: 
1. Hvørjar politiskar og løgfrøðiligar grundgevingar hevur landsstýrismaðurin fyri at krevja inngjald 
    til Heilsutrygd frá útisiglarum, umframt at teir eisini skulu gjalda til Folketrygd í Norra? 

2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at sleppa útisiglarum undan inngjaldi til Heilsutrygd, 
    tá teir eisini gjalda til Folketrygd í Norra. Verður t.d. arbeitt við at leggja málið fyri rættin 
    til viðgerðar og støðutakan og/ella at broyta heilsutrygdarlógina? 

3. Hvussu nógvir útisiglarar gjalda inn til Heilsutrygd, árliga og býtt upp á slag av útisiglarum? 

4. Hvussu stóra upphædd gjalda útisiglarar inn til Heilsutrygd árliga og býtt upp á slag av útisiglarum? 
 
Svar frá landsstýrismanninum í heilsumálum